Hetta er fyrstu ferð, at Jórun tekur sæti á Løgtingi.
Jórun Pólsdóttir býr í Fuglafirði og er útbúgvin lívfrøðingur. Hon hevur egna ráðgevarafyritøku, sum millum annað ger umhvørviskanningar.
– Vit kenna eisini Jórun fyri hennara eldhuga fyri fuglalívi í Føroyum. Saman við Silas Olofsson hevur hon givið út bókina ”Fuglar okkara”, skrivar Miðflokkurin í tíðindaskrivi.
Jórun fekk 71 atkvøður á seinasta Løgtingsvali. Hon er onnur kvinnan, sum hevur hevur umboða Miðflokkinn á Løgtingi.
Tann fyrra var Charlotta á Váli Olsen, sum røkti varatingsessin í 2002.
Annars er Bill Justinussen fyrsti varamaður hjá Miðflokkinum á tingi. Annað varafólk er Rósa Tyril Gaardlykke, og síðani er Jórun Pólsdóttir triðja varafólk.
Soleiðis var býtið av persónligu atkvøðunum á listanum hjá Miðflokkinum við seinasta løgtigngsval:
1 Jenis av Rana 722 atkvøður
2 Steffan Klein Poulsen 518 atkvøður
3 Bill Justinussen 382 atkvøður
4 Rósa Tyril Gaardlykke 93 atkvøður
5 Jórun Pólsdóttir 71 atkvøður
6 Aksel Kambsskarð Berg 69 atkvøður
7 Jann Johannesen 66 atkvøður
8 Terje B. Vestergaard 64 atkvøður
9 Rani Andrasson Skaalum 33 atkvøður
10 Bjørg av Rana 29 atkvøður
11 Ólavur í Geil 27 atkvøður
12 Jóhanna Niclasen 13 atkvøður
13 Frank Jacobsen 12 atkvøður
14 Palma S. Rasmussen 9 atkvøður