TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við venjaran hjá Neistanum, Jónleif Sólsker aftaná 22-28 (12-13) tapið hjá neistamonnum ímóti H71 í Coca Cola steypafinaluni hjá monnum.
Áðrenn Coca Cola steypakappingin fór í gongd vildu silvurheiðursmerki til Neistan verið eitt gott úrslit, men Jónleif er alt annað enn nøgdur við mátan neistamenn tapa finaluna uppá í dag. Hann heldur, at hansara menn megnaðu væl at demma upp fyri offensivinum hjá H71 í fyrra hálvleiki, men væntandi disiplinur og væntandi avrik gjørdu, at liðið fall í seinna hálvleiki, og tað ergrar hann seg yvir.
Jónleif er ikki bleikur at rósa H71 fyri góðan disiplin, og fyri at hava framúrskarandi einstaklingar, sum avrika í finaluni í dag.