Jóna takkar fyri tíðina í Vágsbotni

- Tað er eitt stórt tómrúm, nú handilin er stongdur, men eg havi stóran urtagarð, níggju ommubørn og tvey langommubørn. So, eg havi onga orsøk til at keða meg, sigur 82 ára gamla, Jóna Restorff Holm.

 

Seinnu árini hava øll hesi verið partur av virkseminum hjá Andreasi í Vágsbotni, f.v.: Femja, Heidi, Kári, Svanhild, Helena, Jóna og Jóna

 

 

Handilin hjá Andreasi í Vágsbotni læt upp hin 30. november í 1953, og í vár læt handilin aftur. Tað var við sorgblídni, at Jóna Restorff Holm, sum er dóttir Andreas Restorff Jacobsen, sála og sum í fleiri ár hevur rikið handilin, mátti ásanna, at nú er seinasti gummiskógvurin í handlinum seldur.   

 

Tá Andreas Restorff Jacobsen byrjaði at handla í Vágsbotni, var hetta í fyrsta lagi ein matvøruhandil. 

Í 1974 varð saðlað um frá at vera matvøruhandil til at gerast ein handil, sum meira legði seg eftir sjóklæðum, yviralsklæðum og ymiskum øðrum klædnapløggum. 

Sum árini gingu, og ferðavinnan í Føroyum mentist, samstundis sum fleiri og fleiri útlendsk ferðafólk komu til Føroya, varð vøruútboðið í handlinum aftur tillagað. Nú gjørdust bundin pløgg, troyggjur og ymiskt annað, serliga frá føroyskum veitarum, týdningarmiklasti parturin av vøruútboðnum.

 

Tað hevur altíð verið trupult við parkeringsviðurskiftum beint við handilin í Vágsbotni, og tí er hugsandi, at hetta í ávísan mun hevur hildið fólki, sum koyra í bili, aftur við at koma á gátt. Men, her hevur verið øðrvís við útlendsku ferðafólkunum, sum vóru til gongu, og sum í summarhálvuni javnan duttu inn á gólvið.  

Dagarnir, tá ferðamannaskip lógu á Havnini, ella tá Norrøna kom úr útlandinum, kundu vera gott ískoyti til søluna. At saknur er, nú handilin er stongdur, síggja fólk, sum hava sína dagligu gongd í Vágsbotni. 

Tí, hóast handilin læt aftur í vár, sæst javnan, at fólk taka í handilshurðina, sum í dagtímunum hevur verið opin í heili 67 ár.

Nú er handilin sum miðbýarmynd í Havn farin í søguna.

 

Jóna Restorff Holm minnist aftur á tíðina, tá umhvørvið í Vágsbotni gjørdist meira hugnaligt, samstundis sum standmyndin av Nólsoyar Páll varð reist á torginum í 1995. - Tá mentist eisini handilsvirksemið hjá okkum, og hetta gjørdi, at vit í enn størri mun løgdu okkum eftir tí vøruútboði, sum serliga ferðavinnan spyr eftir. 

 

Gjøgnum hesi mongu ár hevur handilin hjá Andreasi í Vágsbotni havt nógv sera dugnalig starvsfólk, sum Jóna Restorff Holm er ógvuliga takksom fyri. Men, uttan viðskiftafólkini hevði eingin handil verið í Vágsbotni øll hesi ár. Hon vil tí eisini veita øllum teimum mongu viðskiftafólkunum, sum eru komin á gátt hesi ár, eina hjartans tøkk.

 

- Hetta hevur verið ein góð og gevandi tíð, og eg eri øllum okkara viðskiftafólkum - bæði nær og fjar - sera takksom. Tað er eitt stórt tómrúm, nú handilin er stongdur, men eg havi stóran urtagarð heima við Gálgastein. Vit eiga tríggjar døtur, níggju ommubørn og tvey langommubørn. So, eg havi onga orsøk til at keða meg, sigur 82 ára gamla, Jóna Restorff Holm, brosandi.

 

Í VikuskiftisSosialinum í dag er ein størri samrøða við Jónu Restorff Holm um tíðina, hon hevur starvast í handlinum, sum pápin hennara legði lunnar undir í 1953.

 

 

 

Seinnu árini hava øll hesi verið partur av virkseminum hjá Andreasi í Vágsbotni, f.v.: Femja, Heidi, Kári, Svanhild, Helena, Jóna og Jóna