Jón Rói Jacobsen nýggjur kommunulækni í Havn

Hann er settur í starv í nýstovnaðu viðtaluni í Berjabrekku

Heilsutrygd hevur sett Jón Róa Jacobsen í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. Jón Rói er settur í starv í nýstovnaðu viðtaluni í Berjabrekku.

 

Jón Rói Jacobsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2017 og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 29. februar 2024. Jón Rói virkar í løtuni í Læknahúsinum í Hoyvík sum liður í serlæknaútbúgvingini.

Jón Rói tekur við starvinum í viðtaluni í Berjabrekku tann 4. mars 2024.