Yviri við Strond í Havn liggja nú fleiri jólatrøð - ella granntrø - sum skulu setast um kring um í Tórshavnar kommunu - í býnum og kring um í bygdunum. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Jólatræið niðarlaga standa skal

Her á kampingøkinum hjá Tórshavnar kommunu Yviri við Strond liggja nú fleiri jólatrø ella granntrø, sum skulu setast upp ymsastaðni í kommununi.

Yviri við Strond í Havn liggja nú fleiri jólatrøð - ella granntrø - sum skulu setast um kring um í Tórshavnar kommunu - í býnum og kring um í bygdunum. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Tíðin gongur, og hon gongur skjótt. Tað tykist stutt, síðan vit høvdu longsta dag, og nú gongur móti stytsta degi.

 

Tíðin til jóla styttist eisini, og skjótt verða grannaløg, bygdir og býir prýdd við ljósum at lýsa upp í hesi myrku tíð. 

 

Í Tórshavnar kommunu eru tey eisini í holt við at fyrireika seg til at pynta í býnum og bygdunum í kommununi.

 

Yviri við Strond í Havn liggja nú fleiri jólatrøð - ella granntrø - sum skulu setast um kring um í býnum og úti á bygdunum.

 

Øll hesi jólatrø fara, sum dagarnir ganga, at finna síni pláss, og víða er um at fara í Tórshavnar kommunu.

 

Miðstaðarøkið og landaføstu bygdirnar í útjaðaranum í kommununi rúma nógvum jólatrøum.

 

Harumframt fevnir Tórshavnar kommuna eisini um oyggjarnar, Hest og Nólsoy, sum sjálvsagt eisini skulu prýðast til jóla.

 

 

 

Yviri við Strond í Havn liggja nú fleiri jólatrøð - ella granntrø - sum skulu setast um kring um í Tórshavnar kommunu - í býnum og kring um í bygdunum. Mynd: Birgir W. Høgnesen.