Í morgin, leygardagin 25. november klokkan 15.30, verður jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað.
Eftir at jólatræið í høvuðsstaðnum er tendrað, verða øll hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu eisini tendrað.
Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.
Enn einaferð er jólatræið á Vaglinum ein gáva úr Reykjavík.
Tað verður við góðari hjálp frá børnunum, sum verða við til tiltakið seinnapartin í morgin, at jólamenn fara at tendra jólatræið.
Visit Tórshavn veit at siga, at tiltakið Barnajól verður leygardagin 2. desember, og hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri.
##med2##
Jólaskip í Vágsbotni
Ein stór løta í høvuðsstaðnum í jólamánaðinum er, tá jólaskipið kemur í Vágsbotn.
Í ár verður hetta hin 9. desember, og hjá Visit Tórshavn siga tey, at jólamenninir gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini.
Jólamenninir hava sjálvsagt eina rúgvu av karamellum við sær.
Jólaprýddar smáttur
Hjá Visit Tórshavn siga tey, at jólabýurin, sum plagar at vera í miðbýnum, letur uppaftur í ár.
- Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja smátturnar, sum skótarnir í KFUK hava prýtt.
Sagt verður, at sunnudagin hin 17. desember koma jólamenn í býin á súkklu.
Sølubásar verða í Betri-garðinum og á Vaglinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott.
- Vakri pallurin verður eisini at síggja í Tinghúsgarðinum við fleiri forvitnisligum framførslum í jólamánaðinum.
Jólavikan í Havn
Hjá Visit Tórshavn vita tey eisini at siga, at í jólavikuni – ella í seinastu vikuni undan jólum – fara handlarnir í Havn at hava opið longri enn vanligt.
- Her verður ein rúgva av jólatónleiki, og í býnum verða sjálvandi eisini jólamenn við karamellum, verður lagt aftrat.