"Kvinnan sum syngur so ein heldur fjøllini tosa". Soleiðis lýsa fyrireikararnir av einari stórari jólakonsert í Laugardalshøllini í Reykjavík føroysku sangkvinnuna, Eivør Pálsdóttir.
"Røddin sum fær ísfjøllini at smelta og letur norðlýsið dansa av gleði". Soleiðis lýsa fyrireikararnir aðra norðurlendska sangkvinnu, ið skal framføra í Laugardalshøllini tríggjar dagar undan jólum, 21. desember. Talan er um norsku Sissel Kyrkjebø, ið mangan hevði konsertir her í Føroyum í 1990-unum.
Tað er kendi íslendski tónlistamaðurin, Björgvin Halldórsson sum skipar fyri konsertini: "Jólagestir Björgvins - Kveðjutónleikar". Millum íslendsku nøvnini eru Ásgeir Trausti og dóttir Björgvins, Svala. Kvøðutónleikur boðar frá, at nógv kent tilfar verður á skránni.
Karlakór Esja, Skólakór Kársness, strúkarar og væl mannað orkestur taka eisini lut á stórslignu jólakonsertini.
Ein jólakonsert við Eivør og Sissel Kyrkjebø á plakatini hevði verið skjótt útseld her í Føroyum. Vónandi fæst hon í lag skjótt. Undan jólum komandi ár er høllin við Tjarnir í Hoyvík klár til eina slíka konsert.