Johnsigurd er mín stóra fyrimynd

Tað kom púra óvart á, tá tíðindaleiðarin í kringvarpinum kallaði Finn Koba til fundar og har bjóðaði honum at gerast vertur fyri tíðindasendingini hjá sjónvarpinum í summar. Sjónvarpsverturin og tónleikarin, Finnur Koba, tók við heiðrinum og ábyrgdini og dylir ikki fyri, at veteranurin, Johnsigurd Johannesen, sum hjálpti honum væl upp undir sendingarnar, er hansara fyrimynd

Í summar hava hyggjarar havt møguleikan at síggja Finnur Koba í fríggjakvøldssendingini hjá sjónvarpinum, sum hevur avloyst Dag & Viku.
Og Finnur Koba er eingin ársungi innan journalistikk í Føroyum.
- Journalistikkur liggur í familjuni, og eg havi alla tíðina vita, hvør mín lívsleið skuldi verða, sigur Finnur Koba.
Hann byrjaði at skiva longu tá hann gekk í 10. flokki.
- Dimmalætting hevði eitt ungdómablað, sum nevndist Krydd, og har fekk eg mínar fyrstu royndir sum blaðmaður. Annars gekk eg nógv uppi á Dimmu, har eg pakkaði bæði Dimmuna og Sosialin, eisini eftir at eg var farin í studentaskúla, sigur Finnur Koba.
Hann hevur lisið journalistikk, og er bachelor í miðlafrøði og analytiskum journalistikki.
- Eg eri í holt við at skriva specialið í løtuni, sigur Finnur Koba.
Hann arbeiddi fyrst á Dimmalætting.
- Har lærdi eg tað grundleggjandi innan handverkið. Seinni, tá eg kom á Sosialin, lærdi eg meira um at vinkla yvirskriftir so tær selja blø, sigur Finnur Koba.
Í 2008 kom hann í útvarpið at arbeiða, og lærdi har tað fakið.
- Eg var mest í útvarpinum, men eisini av og á í sjónvarpinum, sigur Finnur Koba.

Heiður og ábyrgd
Í vár hendi so nakað, sum í stóran mun hevur formað summarið hjá Finni Koba.
- Tíðindaleiðarin, Liljan Weihe, kallaði meg inn til fund í mai, hugsi eg tað var. Tá slíkt hendir hugsar tú altíð: hvat nú? Men tá greiddi hon mær frá ætlanunum um at niðurleggja Dag & Viku í summar og í staðin senda eina fríggjakvøldssending, og spurdi, um eg hevði áhuga at vera vertur, sigur Finnur Koba.
Og tað var eitt tilboð, hann ikki kundi siga nei til.
- Eg visti beinanvegin, at tá Dagur & Vika varð niðurløgd, og hendan sendingin skuldi koma í staðin fyri, so fóru øll eygu at verða vend móti okkum. Hetta var nakað nýtt, og neyðugt var, at gera eina góða sending, sigur Finnur Koba.
Hann hugsaði nógv um at finna rætta konseptið, og tað kom eisini til hann.
- Eina náttina eg lá við andvekri skrivaði eg eitt konsept, og tað vísti seg at gerast konseptið, sum sendingin varð gjørd eftir, sigur Finnur Koba.
Hann heldur, at onkuntíð er tað smart at hugsa í kassum, tí tað er lættari at arbeiða á tann hátt.
- Eg var ógvuliga nervøsur fyri sendingini, men havi bara fingið góðar afturmeldingar, bæði frá meiniga manninum og frá miðlaserfrøðingum. Tað einasta negativa er, at eg havi fingið at vita, at frunturin var ov langur, og so skuldi eg rakað yvirskeggið – og tað havi eg so gjørt, sigur Finnur Koba við einum smíli.

Væl frá landi
Hann heldur, at tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd at vera vertur fyri fríggjakvøldssendingini.
- Vikuna upp undir fyrstu sendingina fekk eg sera góða hjálp frá Johnsigurd Johannesen. Hann lærdi meg nógvar smálutir viðvíkjandi teknikki sum vertur, sigur Finnur Koba.
Hann dylir ikki fyri, at fyri hann er Johnsigurd Johannesen tann fullkomni sjónvarpsverturin.
- Johnsigurd Johannesen er mín stóra fyrimynd sum sjónvarpsvertur, staðfestir Finnur Koba.
Hann heldur, at sjálvt um summarið traditionelt er agurkutíðir, hevur gingið væl at finna tilfar til fríggjakvøldssendingarnar.
- Vit løgdu harðliga út við Johan Dahl og koyripengunum, og tað skal eisini havast í huga, at vit hava eina heila viku at fyrireika sendingina, sigur Finnur Koba.
Hann var eisini nervøsur fyri konseptinum at byrja við, men tað hevur víst seg at verið ógrundað.
- Eydna Skaale hevur við meðvertur dugað væl at fylt út við kjaki, sigur Finnur Koba.

Broytti eftirnavn
Finnur, sum tey fyrstu 29 árini av lívi sínum kallaðist Jensen til eftirnavn, eitur í dag Finnur Koba. Og tað hevur sína serligu søgu.
- Tað byrjaði við ommu míni, sum kalaðist fyri Jacobina, vanliga nevnd Koba. Hennara børn fingu so Koba til millumnavn, og á tann hátt gjørdist fornavnið Koba til millumnavn, greiðir Finnur Koba frá.
Síðani hendi tað, at tá pápi hansara gifti seg upp aftur, gjørdi hann av at strika Jensen soleiðis, at hann nevndist Koba burtur av.
- Tá valdi beiggi mín, Thomas, at gera tað sama sum pápi, og hann hevur tí itið Thomas Koba í eini tíggju ár, sigur Finnur Koba.
Tá pápin so fyrr í ár fylti 70 hugsaði Finnur Koba, at hann kundi geva pápanum eina heilt serliga føðíngardagsgávu.
- Eg hugsaði, at eg hevði fingið fast starv í Kringvarpinum, nýggj hús í Vestmanna og bil, so tað var líka sum ein nýggj byrjan. Og tað hóskaði tí væl at fáa mær Koba til eftirnavn, sigur Finnur Koba.
Men tað var ikki fyrr enn á kirkjuskrivstovuni, at endalig avgerð varð tikin.
- Tá skrivstovukvinnan spurdi meg, um eg skuldi eita Koba til millumnavn ella eg skuldi strika Jensen, tók eg avgerð har og tá um, at eg skuldi bert eita Koba, sigur Finnur Koba.

Ungdómsvinmenn
Alt meðan Finnur Koba gerst eitt meira og meira kent andlit í sjónvarpinum, so hevur hann í mong ár verið triðji limurin í bólkinum, Páll Finnur Páll.
- Vit eru barndómsvinir, og bólkurin stavar heilt afturi frá 1999. Upprunaliga vóru tað teir báðir Páll’arnir, ið spældu í bólkinum, sum kallaðist Páll X2. Tá eg so slapp upp í bólkin, var navnið rættiliga náttúrligt, sigur Finnur Koba.
Bólkurin gjørdist skjótt kendur við slagarum sum »Forelskaður sjónleikari«, ið er Finnur Koba inspireraður sum sjónleikari, »Herbergið« og kanska ikki minst »Eg«.
- Nógv er broytt hesi árini. Summir av limunum er giftir og summir hava stovnað familju. Eisini er bólkurin vaksin frá trimum upp í seks limir. Og ikki minst eru vit vorðnir meira vaksnir, sigur Finnur Koba.
Bólkurin er ein av teimum kendastu og best umtóktu í landinum, og um vikuskiftið skal hann fyri fyrstu ferð spæla á ovastevnu. Og har fara fleiri av slagarunum at ljóma.
- Tað fúla hevur nøkur ár á baki, og vit sleppa ikki ordiliga av við tað. Fólk vilja framvegis hoyra tað. Vit skammast ikki um hesar tekstir, men vit gera hinvegin ikki so nógv av tí longur, sigur Finnur Koba.

Dámar friðin
Sjónvartsverturin sigur, at hann hevði einki gjørt ørvísi, kundi hann gjørt alt umaftur.
- Men sjálvt um eg eri fegin um at vera við í Páll Finnur Páll, so er tað eisini vorðið eitt haft um beinið. Eg trívist illa at ganga millum fólk seint á kvøldið. Ofta vilja fólk tosa, og ofta eru tey full, og tað trívist eg ikki so væl við, sigur Finnur Koba.
Honum dámar væl at hava frið rundan um seg, og tað er ein av orsøkunum til, at hann valdi at keypa hús í Vestmanna.
- Húsaprísirnir í Havn eru alt ov høgir, og tá eg so fall fyri einum húsum í Vestmanna, tók eg av. Eg haldi, at Vestmanna hevur eina sál, og tað er ein mangulvøra í dag at hava frið at hugsa, sigur Finnur Koba.
Honum dámar væl einsemi, og tað kann Vestmanna bjóða.
- Í Vestmanna er friður at lada battaríini upp aftur, sigur Finnur Koba.
Fríggjakvøldið fer so seinasta sendingin í luftina á hesum sinni, áðrenn Dagu & Vika aftur verður á skránni komandi viku, men fyri tað verður sjónvarpsverturin og tónleikarin ikki arbeiðsleysur.
- Eg havi fingið skemaið fyri komandi mánaðirnar, og har standi eg á til nakrar sendingar. So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur Finnur Koba, sum er fegin um hesar vikurnar við fríggjakvøldssendingum í Sjónvarpi Føroya.