Slaturin í Hollywoodheiminum hevur leingi gingið um, at Johnny Depp skuldi spæla við í nýggja Batman-filminum og hetta hevur Michael Caine júst váttað.
Michael Caine, sum spælir butlarin hjá Bruce Wayne, Alfred Pennyworth, í ?Batman Begins? og ?The Dark Knight?, sigur við MTV:
- Herfyri var eg saman við einum av stjórunum frá Warner Bros. og spurdi hann um, hvussu tey ætla at toppa Heath Ledger sum The Joker í einum nýggjum Batman-filmi. Hann svaraði mær, at tey ætla at toppa Heath við at fáa Johnny Depp at spæla The Riddler og Philip Seymour Hoffman at spæla The Penguin.
Eftir ætlanini byrja tey at innspæla komandi filmin við Christian Bale sum Batman í 2009.









