John tvífaldur málskjútti

John Petersen royndist væl í fyrsta venjingardystinum hjá nýggja liði sínum, Holstebro, sum leygardagin vann 5-3 á Nørresundby. Tvær ferðir sendi John bóltin í netið hjá Nørresundby.

Herfyri gjørdi fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin John Petersen sáttmála við danska 2. deildarfelagið Holstebro Boldklub, vanliga stytt HB, og í fyrsta venjingardysti sínum skoraði skálamaðurin tvær ferðir.

Legði eisini upp
John Petersen byrjaði á beinkinum, tá ið Holstebro leygardagin spældi venjingardyst móti Nørresundby, ið til dagligt spælir í Danmarkarseriuni. Í hálvleikssteðginum, tá ið Holsterbro var aftan fyri 1-2, bleiv John settur á vøllin.
Holstebro javnaði til 2-2, longu tá ið tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, og løtu seinni gjørdi John vart við seg. John gjørdist leysur í vinstru síðu av brotsteiginum hjá Nørresundby, men beint tá ið hann skuldi skjóta, bleiv John feldur. Dómarin ivaðist ikki og dømdi brotsspark, og tað setti John sjálvur í netið til 3-2 til Holstebro. Løtu seinni fekk Holstebro aftur brotsspark, og aftur hesaferð var John tryggur frá elllivu metrum, og so var 4-2. Heimaliðið økti eisini til 5-2 við einum sjálvmáli, sum John eisini átti sín leiklut í. Móti endanum av dystinum fekk Nørresundby pyntað um úrslitið, tá ið teir minkaðu til 3-5.
Sostatt kann ikki sigast annað, enn tað gekk væl hjá John í fyrstu dystarroyndini hjá sær í Holstebro.