John Lennon hevði etingarólag

Í einari nýggjari bók við heitinum “Backstage Pass VIP” verður sagt, at John Lennon hevði sjúkuna bulimi.

 

Hann var altíð svangur, og elskaði at eta, men hann hataði kensluna av at verða mettur, og tí vildi hann ofta spýggja aftaná.

 

- Lennon var ørkymlaður um hansara tilknýti til mat. Hann var altíð saman við tónleikarum, men nógvir teirra høvdu trupulleikar við rúsdrekka og rúsevnum, so teir sóu ikki hansara trupulleika við mati, skrivar høvundurin Debra Sharon Davis.

 

Bókin snýr seg ikki einans um John Lennon, men eisini um aðrar kendar tónleikarar sum Mick Jagger og Janis Joplin.

 

Sangarin Harry Nilsson, sum doyði í 1996, váttar í bókini, at John Lennon hevði trupulleikar við mati.

 

- Brádliga rópti hann upp um, at valdsmiklir menn høvdu so stóra svongd, at teir vildi eta allan heimin. Og hann helt hetta vera orsøkina til, at hann altíð var svangur. Hann segði, at matur var heilagur fyri hann, og at tað gjørdi hann bangnan. Hann sá hetta sum sín veikleika, sigur Harry Nilsson í einari samrøðu við Debra Sharon David, sum er gjørd í 80’unum.

 

Hetta veit eb.dk