Foreldur hansara vóru Elisabeth, f. Poulsen, við Neyst úr Hvalba og Jákup Jacobsen, ella Jákup í Skálavík, sum hann vanliga varð kallaður. Tey vóru 5 systkin og er Hannis yngstur. Bert 9 mánaðar gamal misti hann móðurina av nátasjúkuni, so stutt eftir kom Oluffa av Trøllanesi suður at halda hús hjá teimum nøkur ár, og eftir hana var Margith gift Nielsen, sum nú býr á Eiði.
Hannis varð giftur við Alice, f. Berg, úr Nesi í Hvalba. Tey fingu 2 børn, Jónu, sum er búsitandi í Hvalba og Dávur, sum er búsitandi í Tórhavn. Barnabørnini eru 7 í tali. Alice flutti heim til Harran í bestu árum, bert 52 ára gomul.
Sum yrki hevur Hannis havt lastbilkoyring, og hevði hann lastbil í yvir 40 ár. Í flest øll hesi ár tók hann sær av øllum vøruflutninginum til og frá Strandferðsluskipunum. Fyrst í sjálvari bygdini Hvalba og seinni, tá tunnlarnir komu, eisini millum Hvalba og Tvøroyri og til seinast millum Hvalba og Sandvík.
Eftir at tunnlarnir høvdu bundið saman bygdirnar Sandvík, Hvalba og Tvøroyri, byrjaði hann at koyra vøru til Hvalbiar og Sandvíkar fyri Poul Hansen Heilsølu og Richard B. Thomsen Timburhandil, sum hildu til á Tvøroyri, og helt hetta áfram til teir fingu sær egnar flutningsbilar.
Sum flest aðrir, sum høvdu lastbil, tá kolagrevsturin í Hvalba var í hæddini, so koyrdi Hannis kol til skipini, sum komu á Hvalba eftir koli. Eftir at kolaflutningurin bleiv broyttur soleiðis, at alt kol bleiv avskipað í sekkjum, og Strandferðslan tók sær av flutninginum millum oyggjarnar, helt Hannis áfram við at koyra kol til Smyril. Eisini var hann eitt skifti stjóri í Roynds Kolasølu.
Hannis hevur fingist við seyð, síðani hann var smádrongur og hóast høgan aldur, fæst hann fremvegis við seyð. Hann hevur verið seyðamaður í fleiri hagapørtum, og í einum av hagapørtunum var hann seyðamaður í yvir 50 ár. Síðani Hannis var 16 ára gamalur hevur hann sett eplir niður á hvørjum ári, og hevur hann júst tikið eplini upp fyri í ár.
Hannis hevur tann eginleika, at hann er sera røkin maður, og hevur hetta við sær, at hann keðir seg aldrin, hann finnur altíð uppá okkurt at takast við. Um veturin, tá ikki so nógv er at fáast við í bø og haga, fæst hann við ymiskt handaligt arbeiði í kjallaranum.
Andaliga heim sítt hevur Hannis í Vitninum í Hvalba, og hevur Zarepta eisini eitt stórt pláss í hjarta hansara.
Á hesum merkisdegi ynskja vit honum Harrans signing.
Dagurin verður hildin í Vitninum leygardagin 30. oktober frá kl. 18.00.