Johanne Schmidt-Nielsen, ið seinastu tólv árini hevur verið eitt á oddafólkunum í Eindarlistanum, hevur fingið nýtt starv, nú hon ikki sleppur at stilla upp til fólkatingsvalið. Hjálparfelagsskapurin Red Barnet boðar í dag frá, at hon í summar tekur við sum aðalskrivari í felagnum. Tað skrivar Danmark Radio.
Vegna serligu reglarnar í Eindarlistanum, ið forða fyri at politikarar sleppa at stilla upp, um viðkomandi hevur havt sess í Fólkatinginum longri enn sjey ár, sleppur Johanne Scmidt-Nielsen, ið hevur sitið á Fólkatingið síðan 2007, kortini ikki at stilla upp til fólkatingsvalið, ið verður í næstum.
Danmark Radio skrivar, at tað er ein samd nevnd, ið hevur peikað á fyrrverandi oddakvinnuna hjá Eindarlistanum til nýggjan aðalskrivara.
- Vit hava høgar vónir til samstarvið við Johanne Schmidt-Nielsen, og eg eri vísur í, at hon er tann rætta til at styrkja um støðuna hjá Red Barnet og lyfta okkara nýggja og framsøkna strategi fyri at hjálpa teimum børnum í Danmark og úti í heimi, ið mest hava tørv á okkara hjálp, sigur Lars Svenning Andersen, nevndarformaður í Red Barnet.
Johanne Schmidt-Nielsen avloysir Jonas Keiding Lindholm, ið bleiv koyrdur til hús í desember.

Johanne nýggjur aðalskrivari í Red Barnet

