Í VikuskiftisSosialinum sleppur tú at síggja kvinnustríðið gjøgnum eyguni á Jóhonnu á Bergi. Hon er stjóri í Atlantic, og er fleiri ferðir umrødd sum ein tann valdmiklasta kvinnan í landinum.
Jóhanna á Bergi sigur, at hóast hon er í mansdomineraði vinnu, kennir hon ongan trupulleika við javnstøðu millum kvinnur og menn.
- Eg hugsi ikki um, at eg eri umringað av monnum í mínari vinnu. Eg hugsi fyrst og fremst um, hvussu eg geri mítt arbeiði nóg gott, sigur hon.
Í samband við at kvinnur í Føroyum hava havt valrætt í 100 ár, tosa vit við áhugaverdar kvinnur og menn sum hava hvør sína áskoðan á kvinnustríðið anno 2016.
Les meira um Jóhonnu á Bergi og síggj hennara góðu ráð til føroysku kvinnuna í VikuskiftisSosialinum sum er í handlunum nú.