Í sambandi við 14. september-haldið 2010 ríkaði hann fjølmiðlarnar við einari grein, sum hevði yvirskriftina: “64 ár síðan føroyingar vrakaðu loysingina.” Eg loyvdi mær at skriva eitt sáttligt svar til hansara, har eg legði dent á einasta sanna upplýsing í greinini. Hann viðgekk nevniliga, at loysingin hevði fingið 1% størri part av veljarafjøldini enn stjórnaruppskotið. Johan veit, at 10. mai 1946 samtyktu sambandsmenninir O. F. Joensen, Andras Samuelsen, Johan M. Fr. Poulsen, Hans Iversen, Kristian Djurhuus og javnaðarmenninir J. E. Jacobsen, J. Fr. Øregaard, Jákup í Jákupsstovu, Johan Peter Davidsen, Peter Mohr Dam og William Smith, 12 í tali, at tveir spurningar skuldu leggjast fyri Føroya fólk. Tann fyrri ljóðaði: Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi? Tann seinni ljóðaði: Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum? 49,3% vildu hava tann fyrra valkostin. 50,7% vildu hava tann seinna. Tað er tí rætt, sum Johan viðgongur, at loysingin fekk flestar atkvøður. Hvussu Johan, eftir sjálvur at hava ásanna henda veruleika, kann koma sær at seta sum yvirskrift, at føroyingar vrakaðu loysingina, má vera ein spurningur, sum hann kann ráðføra seg við sína samvitsku um.
Nú kom Johan aftur, og nú avdúkar hann av álvara, at hann hevur tapt.
Tá lærast skal um orðaskifti, verður dentur lagdur á, at umráðandi er at hava grein í sínum máli. Men hvat skal tann gera, sum sær at mótparturin hevur fullkomuliga rætt, og at hann als ikki kann vika tað, ið ført verður fram? Tá eru hygginiráðini at leggja eftir mótpartinum persónliga, dálka hann út, so at tey, sum ikki geva sær so nógv far um innihaldið í orðaskiftinum, halda at tann skrálandi taparin hevur vunnið.
At fara út í slíka persónliga útspilling er tí ein viðurkenning av, at ein sjálvur er við undirlutan, og tað Johan Petersen her ger, er í veruleikanum at vinda hvíta flaggið í húnar hátt, so ein og hvør kann síggja, at hann hevur tapt.
Her kundi orðaskiftið tí enda, men fyri at eingin skal vála í tí misskiljing, at hini tølini hjá Johan eru røtt, er neyðugt at viðgera tey. Johan er skipsverkfrøðingur, og onkur kann halda, at ein, sum dugir at rokna út stabilitet hjá einum skipi, er samvitskufullur tá hann viðger tøl. Hann veit jú, at velir hann skeiv tøl ella roknar skeivt, kann hann forvolda, at skipið koppar.
Men eru tølini so ikki í lagi?
Fyrst kemur hann við einum prosentvísum býti av atkvøðunum á fólkaatkvøðuni. Kelda hansara er løgtingstíðindi 1946, vanliga tingsetan, blaðsíða 49. Eingin lesari kann halda annað, enn at tey tøl, sum hann hevur kemur við, eru røtt, tá ið hann kann vísa til eina so álítandi keldu. Men tað, sum Johan ikki sigur, er, at henda kelda er dagsett 20. september 1946. Hann sigur einki um, at fýra síðu frammanfyri, á síðu 45, verður sagt, at úrslitið av fínteljingini viðvíkjandi fólkaatkvøðuni varð lagt fyri tingið tann 23. september, tríggjar dagar eftir at hansara kelda var skrivað, og úrslitið av hesi fínteljing stendur á síðu 55, seks síður aftanfyri hansara keldu.
Á fínteljingini minkaði loysingarmeiriluturin við fimm atkvøðum, úr 166 niður í 161. Hetta kom m.a. av, at valnevndirnar sýttu fyri at lata upp brævbjálvar við atkvøðuseðlum, sum vóru komnir ov seint inn, soleiðis sum fyrrverandi sambandstingmaðurin Dánjal Danielsen í Sørvági førdi inn í gerðabókina at hansara nevnd gjørdi (Fólkaatkvøðan 1946, s. 671).
Tann sum ætlar sær at brúka tølini hjá Johan, skal tí hava í huga, at tá Johan sigur
1) at stjórnaruppskotið fekk 47,2% av øllum innlatnum atkvøðseðlum, er rætta talið 47,3%.
2) at loysing fekk 48,7% av øllum innlatnum atkvøðseðlum, er rætta talið 48,6%.
Síðani fer Johan at reksa upp prosenttøl av veljarunum.
Hann sigur:
at atkvøðuluttøkan var 66,4%.
Harumframt sigur hann:
at 31% atkvøddu fyri stjórnaruppskotinum;
at 32% atkvøddu fyri loysing;
at 33% ikki atkvøddu;
at 4% av atkvøðunum vóru ógildugar.
Ein og hvør kann síggja, at her ruggar ikki rætt. Í barnaskúlanum læru vit, at ein desimalbrøkur bert kann hækkast, um fyrsta talið aftan fyri komma er 0,5 ella meir. Skal hann arbeiða við heilum prosenttølum, so má hann lækka atkvøðuluttøkuna úr 66,4 niður í 66%. Men so er talið av teimum, sum ikki atkvøddu, ikki 33, men 34%, og prosenttølini verða 101% tilsamans!
Ein slíkur feilur kundi bent á, at ein eftirkanning er neyðug.
Johan hevur roknimaskinu við hondina, og hann veit, at eitt prosenttal er ein partur av einum heilum tali. Tí ber til hjá honum at finna fram til veljaratalið út frá prosenttølunum, sum hann leggur fram.
Johan sigur, at atkvøðuluttøkan er 66,4%. Í løgtingstíðindunum verður sagt, at seðlarnir fyri stjórnaruppskotinum vóru 5.499, meðan loysing fekk 5.660, og 481 seðlar vóru ógildugir. Hetta eru tilsamans 11.640. Um hesir 11.640 veljarar eru 66,4%, má tað talið, prosentini eru roknaði av, sjálvt veljaratalið, vera 17.530.
Síðani sigur hann, at av øllum veljarum hava 31% atkvøtt fyri stjórnaruppskotinum. Hesar atkvøður vóru 5.499, og eftir tí má talið av veljarum vera 17.739.
Harnæst sigur hann, at 32% hava atkvøtt fyri loysing. Hesar atkvøður vóru 5.660, og eftir tí hevur talið á veljarunum verið 17.688.
At enda sigur hann, at 4% av atkvøðunum vóru ógildugar. Tær vóru 481, og eftir tí er talið á veljarunum eitt heilt annað, nevniliga 12.025.
Her er greitt, at roknistykkið hjá Johan er spinnandi galið.
Ein av teimum keldum, hann vísir á, er bókin Fólkaatkvøðan 1946, sum hann sostatt viðgongur at hava havt við hondina. Har er á blaðsíðu 569 uppafturprentað ein grein, sum stóð í Dagblaðnum tann 17. september. Blaðstjóri á Dagblaðnum var Knút Wang. Hann var sera samvitskufullur. Kom nakað skeivt fyri hjá honum, rættaði hann tað í næsta blaði. Eingin rætting kom til hesa grein. Tað, sum stendur í Dagblaðnum, samsvarar við tað, sum danski blaðmaðurin Mogens Nyholm fjarritaði niður um sama mundið (blaðsíða 572).
Tað, sum her stendur, er at veljaratalið var 17.216.
Tí ber til at seta upp hetta yvirlit:
Tá Johan sigur, at 31% hava atkvøtt fyri stjórnaruppskotinum, er rætta talið 32%.
Tá Johan sigur, at 32% hava atkvøtt fyri loysing, er rætta talið 33%.
Tá Johan sigur, at 4% hava latið inn ógildugan seðil, er rætta talið 3%.
Tá Johan sigur, at 66,4% (ella 67%!) tóku lut í atkvøðugreiðsluni, er rætta talið 67,7% (sum kann hækkast til 68%).
Tá Johan sigur, at 33% ikki tóku lut í atkvøðugreiðsluni, er rætta talið 32%.
Tey røttu tølini hevði Johan kunna sæð, um hann hevði lisið betri uppá og hugt á síðu 566 í bókini um fólkaatkvøðuna, tí hesar fregnir boðar setti amtmaðurin stjórn síni longu frá tann 16. september 1946. Johan hevur tí onga umbering fyri at bera falskan vitnisburð.
Skipsverkfrøðingurin, sum er farin so bringubrattur at umvæla sambandsfloyið, hevur roknað skeivt, og úrslitið er, at snekkjan er koppað, og í havsbrúnni hómast lítlibátur við hvíta flagginum á stong.