Bæði løgmaður og Johan Dahl vátta, at Johan Dahl verður nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hetta kann føra til, at misálit verður reist ímóti løgmanni. Kortini er óvist, hvussu verður við hesum misálitinum. Tað ljóðaði í morgun, at Tjóðveldi fór at reisa misálitisuppskot, tí flokkurin ikki vil vera parlametariskt grundarlag undir Johan Dahl sum landsstýrismanni í fiskivinnumálinum.
Okkurt bendir tó á, at tingfólk vilja hava makrelmálið loyst, áðrenn hesin trupulleikin verður tikin upp. Men bæði løgmaður og Johan Dahl vátta fyri Rás2, at Johan Dahl verður landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og tí er ikki gott at vita, hvussu leikur fer.









