Johan Dahl velur frá­koyrdan aðalstjóra í nevnd

Hóast løgmaður misti álitið á Arna Poulsen, tá hann fyrr í ár varð skuld­settur fyri rús­drekka­koyr­ing – og koyrdi hann frá sum að­al­stjóra, so hev­ur Jo­han Dahl, lands­stýr­is­mað­ur í vinn­u­mál­um, so mik­ið stórt álit á fyrr­ver­andi að­al­stjór­a­num, at hann hev­ur valt hann í nevnd­ina hjá P/F Fiska­al­ing at um­b­oða lands­stýr­ið og Vinn­u­mál­a­ráð­ið.

Tá að­al­stjór­ar verða koyrd­ir frá, so verða teir ikki send­ir til hús – eins og til dømis skrivstovukvinnur og vaski­kon­ur. Tann til eina og hvørja tíð sit­andi løg­mað­­ur finn­­ur teim­­um bara eitt rím­­­u­­liga feitt starv onku­­staðni í um­sitingini, tí tað er eftir øllum at døma meira synd hjá einum stjóra at missa arbeiði, enn til dømis hjá eini skrivstovukvinnu.
Løgmaður boðaði so­leið­is 9. mars frá, at Arne Poul­sen fór frá sum að­al­stjóri og tók við øðr­um starvi í lægri løn­­a­r­flokki.
Men 24. mai valdi Jo­han Dahl Arna Poulsen í nevnd­­ina í P/F Fiskaaling – og har­við fær hann ávísa kom­pens­a­tión fyri tað, sum hann fór niður í løn.