Johan Dahl í ódnarveðri

OPINSKÁRAÐUR Eg eri ikki kyniskur, eg eri realistur, sigur landsstýrismaðurin

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, kom sær í rættiligt ódnarveður í Løgtinginum mikudadagin.
Hann var rættiliga opinskáraður, tá ið Løgtingið viðgjørdi uppskotið um at friða allar leiðir innanfyri tríggjar fjórðingar fyri vinnuligari línuveiði við tí endamáli at verja ungfiskin.
Hann var so opinskáraðu, at politikarar úr fleiri flokkum kravdi eina umbering frá Johan Dahl.
Tey, sum gingu á odda at krevja hann eftir einari umbering, vóru hansara egnu partafólk í Sambandsflokkinum, Edva Jacobsen og Bjørn Kalsø.
Men eisini Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, boðaði frá, at hann hevði gjørt landsstýrismanninum greitt, at ein umbering hevði verið hóskandi.
Og tað fingu tey so at enda.

Annað starv
Løgtingið brúkti allan dagin í gjár at viðgerða uppskotið um at friða allar leiðir innanfyri tríggjar fjórðingar fyri vinnuligari lívuveiði og tað var undir hesi viðgerðini, at tað mesta fór at snúgva seg um orðavalið hjá landsstýrismanninum, heldur enn um sjálvt málið.
Fleiri útróðrarmenn vóru møttir upp í tinginum og um tað var hetta, sum fekk tingfólk at tendra í topp, skal vera ósagt, men krútið varð ikki spart.
Tað, sum elvdi til alt rokið, var tá ið Johan Dahl helt fyri, at ein friðing er altíð ring fyri tann, hon rakar og hann skilti teir útróðrarmenn, sum stúrdu fyri, at hetta fór at taka lívið av vinnuni.
- Men valið er um vit vilja taka lívið av toskastovninum.
- Spurningurin er eisini um útróðrarmenninir í hesum bólkinum kanska átti at funnið sær eitt annað starv, legði landsstýrismaðurin afturat.
Hann vísti á, at í fjør vóru 74 bátar í hesum bólki skrásettir sum fultriknir útróðrarbátar.
- Men av teimum høvdu 48 bátar havt eina inntøku upp á 400.000 krónur tilsamans, men so hava onkrir verið omanfyri og onkrir niðanfyri.
Og tað skuldi so býtast ímillum menninar, ið vóru knýttir at bátinum.
- Tað sigur mær, at hetta er í øllum førum ikki ein vinna, sum er so lønandi, sum hon átti at verið.
Hann vísti á, at hetta er ein inntøka, sum tað saktans ber til at fáa við einum norskum línibát ella øðrum skipi.
Hann staðfesti, at veður og vindur hava sítt at siga, men tað hevur sanniliga eisini sítt at siga, at fiskurin er ov smáur til til at geva rætta prísin.
Johan Dahl vísti, at stendur valið ímillum at bjarga toskastovninum ella at bjarga nøkrum útróðrarmonnum, er tað vert at seta friðingina í verk.
- Tá ið ein vinna ikki ber seg, haldi eg ikki, at hon skal verða hildin á lívi, legði landsstýrismaðurin afturat.

Umbering
Hetta var eitt biti, sum tinglimir úr fleiri flokkum fegnir gloyptu og teir koyrdu so hart á landsstýrismannin at eftir hetta snúði tað mesta av kjakinum seg um hetta, heldur enn um málið sjálvt.
Og tað endaði við, at landstýrismaðurin gekk í seg sjálvan og bað um eina umbering.
- Havi eg verið ov bondskur við útróðrarmenn, skal eg biðja um umbering fyri tað, segði landsstýrismaðurin, men hann helt, at tað var ikki meint so illa, tí kanska vóru suðuroyingar bara harðari í orðavali enn norðoyingar og kanska heldur ikki so fjaðursárur.
Hann helt, at tað var ikki fyri at niðurgera útróðrarmenn, at hann hevði staðfest, at vinnan er so tórført, at teir kanska ikki áttu at verið í henni.
Hinvegin staðfesti hann, at hetta var ikki fyri at vera kensluleysur ímóti eini heilari vinnu.
- Hetta er fyri at vera realistur, sigur hann.

Flutti 1,5 fjórðing
Annars endaði málið við eini semju, har allar leiðir innanfyri hálvan annan fjórðing verða friðaðar. Men kortini fær landsstýrismaðurin heimild at gera undantøk fyri leiðir, har ongin ungfiskur er.