Í 1. mai røðu síni á Vaglinum í Havn segði Kári Johansen, sonur legendariska formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag í eitt mannaminni, Karl Johansen ella Karl hjá Talis, at lønirnar eiga ikki at vaksa í prosentum, men í krónum. Hann segði, at tá lønirnar vaksa í prosentum, verður stættarmunurin varðveiddur – og veksur í krónum. Hann segði, at sjálvandi skulu lønirnar veksa í krónum, so tann láglønti fær líka stóran vøkstur oman á løn sína, sum tann hálønti.
Og hann fær stuðul – ikki frá arbeiðaraflokkinum, men heldur frá arbeiðsgevaraflokkinum, Fólkaflokkinum.
Jørgen Niclasen sigur í tíðindaskriv í kvøld, at hann er púra samdur við Kára Johansen:
– Sjálvandi skulu lønir hækka í krónum, sigur Jørgen Niclasen og heldur fram:
»Prosenthækking merkir, at yvirlæknin skal hava 500 kr í lønarhækkan, hvørja fer arbeiðarin fær 100 kr, tað gevur onga meining. Eri púra samdurvið 1. mai røðarnar í dag.
Vanliga enda lønarsamráðingar við, at lønirnar hækka við ávísum prosenti. Hetta gevur teimum hægst løntu ta størstu lønarhækkingina og økir harvið gjónna millum lág- og hálønt.
Í 2012 royndu vit at venda gongdini við at krevja at lønir hækkaðu í krónum. Fakfeløg hjá tí almenna, eisini hjá lágløntum, vóru alt enn fegin um broytingina og kravdu at koma aftur til prosenthækking.
Nú er alt aftur prosentir, og gjógvin vekstur.
Vit eiga frá almennari síðu beinanvegin at fara afturtil lønarhækking í krónum. Tað merkir at øll fáa líka stóra lønarhækkin, bæði tann lág- og tann hálønti«, sigur Jørgen Niclasen í tíðindaskrivi í kvøld.










