Joe & The Shitboys hita upp fyri Iggy Pop

“Ein tann mest spennandi bólkurin í verðini”, metir Iggy Pop.

Føroyski punk bólkurin Joe & The Shitboys hitar upp fyri legendariska punkaranum Iggy Pop. “Ein tann mest spennandi bólkurin í verðini” letur í Iggy Pop í videobrotinum, ið hann legði út í gjár.


Síggj brotið her.


Iggy Pop var við í The Stooges, sum eru ein av fyrstu punkbólkunum í heiminum, og hava fingið nógvar heiðurslønir fyri sítt týdningarmikla avrik. Nú er Iggy helst best kendur fyri tað meira róliga lagið, The Passenger.


Tað eru fleiri ár síðan at Iggy fekk eyga á Joe & The Shitboys, har hann serliga beit merki til teirra framførslu í Hvalbiartunnilinum. Síðan tá hevur hann verið stórur fortalari hjá bólkinum, og hevur víst teir fyri øðrum stórum nøvnum, sum eitt nú Travis Barker, framleiðari og trummuspælari kendur frá Blink-182, og Rick Rubin, ið hevur framleitt fyri m.a. Johnny Cash, Justin Timberlake og Metallica.


Nú hevur Iggy Pop umbiðið Joe & The Shitboys at spæla heili tríggjar konsertir í Stóra Bretlandi.

Konsertirnar eru:

Alexandra Palace, London

O2 Victoria Warehouse, Manchester

O2 Academy, Glasgow


Joe & The Shitboys útgóvu triðju heildarútgávu sína í septembur, og eru blivnir tilnevndir til ársins myndlistarliga samleika til ársins FMA. Teir eru mangan á konsertferð, og eru blivnin væl móttiknir í yvir 10 ymiskum londum. Nú gongur leiðin til New York har teir spæla á New Colossus festivalinum. Annars er nógv annað í væntu frá føroysku punkarunum í ár 2025.


Joe & The Shitboys eru:

Fríði Djurhuus - sang

Sigmund V.P. Zachariassen - gittar, kór

Ólavur G. á Skipagøtu - bass, kór

Jónsvein Mikkelsen - trummur