Amerikanski forsetin sigur, at tað er Iran, ið hevur latið vápnini, sum vórðu brúkt í álopinum á eina amerikanska herstøð í Jordan sunnudagin.
Í álopinum á støðina, sum liggur í jordansku oyðimørkini, nær landamørkunum til Sýria og Irak, lótu tríggir amerikanskir hermenn lótu lív, og í minsta lagi 34 aðrir vórðu særdir.
Joe Biden sigur, at hann hevur tikið avgerð um, hvussu USA skal svara álopinum, men á tíðindafundi í Washington í dag vildi hann vil einki siga um, hvør atsóknin á iransk mál ella áhugamál verður.
Forsetin legði tó aftrat, at hann ikki er úti eftir nøkrum størri kríggi í Miðeystri. Spurdur, um Iran hevur ábyrgdina av álopinum á amerikansku herstøðina, svaraði Joe Biden:
- Eg ábyrgdi Iran fyri atgerðina - skilt á tann hátt, at landið hevur latið vápnini til fólkini, sum framdu álopið.
Talan var um eitt dronu-álop frá einum iranskt stuðlaðum hernaðarbólki, men Iran sýtir fyri, at landið hevði nakað við álopið at gera. Bæði USA og Iran hava lagt dent á, at londini ikki hava nakrar ætlanir um at byrja nakað kríggj.
Men, tað er væntandi, at USA fer at hevna álopið á amerikansku herstøðina í Jordan.
- Eg haldi ikki, at okkum tørvar eitt størri kíggj í Miðeystri. Tað er ikki tað, eg eri úti eftir, segði amerikanski forsetin á tíðindafundinum í Washington í dag.