Joe and the Shitboys vóru bestir í Íslandi

Heimskendi tónleikamiðilin NME meinar, at føroyski bólkurin var tað besta á ársins Iceland Airwaves festivali

Bólkurin Joe & The Shitboys hevur av álvara gjørt sítt navn galdandi á føroyska tónleikapallinum hetta árið. Um vikuskiftið hava lívligu dreingirnir spælt konsert á íslendska festivalinum, Iceland Airwaves, og har hava teir enn einaferð víst, hvat teir duga. 

Heimskendi bretski tónleikamiðilin NME var á staðnum, og teir hava lagt merki til Joe & The Shitboys. Teimum dámdu føroyska bólkin so mikið væl, at teir góvu føroyingurin heiðurin sum besta navn á Iceland Airwaves.

Har vóru umleið 400 nøvn á skránni til ársins Iceland Airwaves, so hetta er ikki smávegis viðurkenning, Joe & The Shitboys hava fingið frá NME.

Til ber at lesa ummælið hjá NME her.

##med2##