Jochumsen á fótum aftur

Í seinastu viku varð staðfest, at Anders Jochumsen, sum var toppskjútti í FC Amager undir leiðslu av Toda Jónsson, hevur fingið H1N1, eisini rópt svínakrím.

Men framherjin er væl fyri. – Eg eri ikki komin heilt fyri meg. Men eg eri komin heim til Danmarkar, og eri á fótum aftur, sigur Jochumsen við bold.dk. Jochumsen hevur verið sáttmálaleysur seinastu tíðina, og ætlar sær nú at finna nýtt felag.