Jimmy Carter fekk hetjumóttøku

Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter fekk eina sanna hetjumóttøku, tá hann kom við flogfari til Boston í gjárkvøldið saman við einum manni, sum hann fekk leysan úr einum fongsli í Norðurkorea.

Á flogvøllinum stóði skyldfólk og vinir og tóku ímóti Carter og Aijalon Mahli Gomes, sum var dømdur átta ára tvingsilsarbeiði í Norðurkorea fyri at vera komin ólógliga til landið. Fólk klappaðu, tá flogfarið setti seg, og tá Certer kom út í hurðina á flogfarinum saman við Gomes.

Jimmy Carter fór til Norðurkorea fyrr í vikuni at vita, um hann kundi fáa Aijalon Mahli Gomes leysan. Tað eydnaðist, og hann hitti eisini varaleiðaran í Norðurkorea. Amerikanska uttanríkisráðið leggur dent á, at ferðin hjá Carter var privat, og at uttanríkisráðið hevði einki við hana at gera.