Jesus og Makedonarin fær góð ummæli í Danmark

Klassiska verkið hjá Paula í Sandagerði varð í síðstu viku framført fyri túsund áhoyrarum í Vejle. Ummælarar rósa verkinum, sum Sigmund Poulsen hevur gjørt orðini til, til skýggja, og tað hevur givið Paula blóð á tonna

? Tað gekk ómetaliga væl, og eg eri sera væl nøgdur við framførsluna, sigur Pauli í Sandagerði, sum síðani hevur fingið nógvar fyrispurningar um at framføra verkið aðrastaðni í Danmark.
Tann 13. mai var Musikteatrið í Vejle karmur um føroyska verkið Jesus og Makedonarin, sum Pauli í Sandagerði hevur gjørt tónleik til, og Sigmund Poulsen hevur gjørt tann upprunaliga føroyska tekstin.
Dagin eftir framførsluna hevði Erik Andresen eitt ummæli í Vejle Amts Folkeblad. Hann gevur framførsluni sera gott ummæli og rósar verkinum fyri vøkur løg og tann serstaka endan. Kristeligt Dagblad hevur eisini ummælt konsertina.

Stjórnaði sjálvur
Pauli í Sandagerði stjórnaði sjálvur symfoniorkestrinum hetta kvøldið, og hann var væl nøgdur.
? Tað er stuttligt at arbeiða við professionellum tónleikarum, sum liva av at spæla tónleik. Eg var spentur uppá, hvussu teir fóru at taka ímóti mær, tí vit høvdu ikki góða tíð at venja, men teir lótu væl at. Tað hevur verið sum ein dreymur at arbeiða við so góðum tónleikarum, sigur Pauli í telefonini úr Danmark.
Hann sigur, at verkið er rættiliga fjølbroytt tónleikaliga, og tí er tað umráðandi, at tónleikararnir duga at spæla ymsar sjangrur.
? Verkið er ein blandingur av klassiskum, rock, jazz, kórsangi og balladum alt í einum peruvellingi, men eg haldi, at skiftini millum hesar ymsu tónleikagreinirnar gekk bara væl, sigur Pauli.
Tað var Sønderjyllands Symfoniorkester, sum spældi, og solistarnir vóru frá Den Kongelige Opera og Den Jyske Opera. Nevnast skal eisini, at føroyingurin Ernst Sondum Dalsgaard hevði leiklutin sum Jesus.
Húsið var so at siga fult, og nærum 1000 fólk vóru í salinum. Hesum hevði Pauli ikki roknað við, og tað er hann sjálvsagt glaður um. Hetta hevur eisini við sær, at tiltakið hongur saman fíggjarliga. Vandi er altíð fyri einum fíggjarligum smeiti, tá slík stór tiltøk skulu fyriskipast.

Blóð á tonna
Pauli í Sandagerði sigur, at eftir framførsluna hevur hann fingið óteljandi fyrispurningar um at stjórna kórum og orkestrum ymsastaðni í Danmark.
? Hetta hevur veruliga givið mær blóð á tonna, og eg havi hug at seta hetta upp aðrastaðni í Danmark, sigur Pauli, men hann leggur afturat, at hetta er lættari sagt enn gjørt. Tey flestu orkestrini hava nóg mikið at gera, og tey kunnu velja og vraka sum teimum lystir.
? Eg havi fingið nógv tilboð ymsastaðni frá til alt millum himmal og jørð, men tað er avmarkað, hvat eg kann siga ja til, tí eg havi mítt dagliga starv sum lærari.
Hann er eisini serstakliga glaður um tað rós, ið framførslan hevur fingið frá ummælarum. Hann vísir á, at teir flestu ummælararnir leggja vertin á, hvør tú ert, og meta verkið út frá góðsku.

Áhugabólkur tók stig til tiltakið
Pauli í Sandagerði arbeiðir dagliga sum fólkaskúlalærari í Vejle, og hann greiðir frá, at tað var ein áhugabólkur, sum gjørdi hetta tiltakið møguligt.
? Sóknarpresturin í sóknini hevði hoyrt um verkið, og hann bað meg koma í sóknarhúsið at greiða frá verkinum og vísa nøkur dømi. Síðani tóku nøkur fólk seg saman og fóru at savna pening inn, so at verkið kundi framførast í Danmark, sigur hann.
Bólkurin tók sær av at savna pening inn, meðan Pauli tók sær av tí tónleikaliga. Hann setti seg í samband við tónleikarar og fekk ein málkønan at umseta tekstin hjá Sigmundi Poulsen til danskt.