Jens Martin nýggjur hjálparvenjari

A-landsliðið hevur fingið nýggjan hjálparvenjara. Tað er gamli landsliðsmálmaðurin, Jens Martin Knudsen, ið hevur verið málmansvenjari, sum nú verður bæði málmans- og hjálparvenjari.

Avtalan varð undirskrivað í dag og er galdandi fyri HM-undankappingina, ið verður spæld í 2008 og 2009, sigur FSF í tíðindaskrivi.

Jens Martin avloysir John Petersen. Tað bar ikki til hjá John at halda fram sum hjálparvenjari, deils tí hann er upptikin av at venja Formulaliðið hjá Skála, men eisini tí, at hann er í holt við at taka A-venjaraútbúgvingina, og at fleiri av samlingunum í sambandi við hesa útbúgvingina eru samstundis sum landsliðið spælir.

At vera hjálparvenjari hjá landsliðnum er ikki heilt ókent hjá honum, tí eitt stutt skifti frá tí at Allan Simonsen gavst sum venjari og til Hendrik Larsen tók við, var Jens Martin hjálparvenjari hjá Jógvan Martin Olsen.