Fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jens Martin Knudsen, sum gjørdist heimskendur tíðliga í 90’unum, tá hann stóð í føroyska landsliðsmálinum í topphúgvu, fyllir í dag 50 ár. Serliga var tað søguligi sigurin í Landskrona móti Eysturríki, ið gjørdi topphúgvuna sermerkta í føroyskari fótbóltssøgu.
Jens Martin Knudsen hevði eina glæsiliga yrkisleið, har hann spældi í føroyskum, íslendskum og skotskum fótbólti. Umframt tað stóð Jens Martin Knudsen eisini í mál á føroyska landsliðnum í 65 dystum í tíðarskeiðnum frá 1988 til 2006.
Í dag er Jens Martin Knudsen venjari hjá næstbesta liðnum hjá NSÍ, umframt at hann er ein av eigarunum í saltfiskafyritøkuni, Vaðhorn, á Strondum. In.fo ynskir Jens Martin Knudsen hjartaliga til lukku við runda degnum.