Jens Marni á Tøvroyri um vikuskifti

Jens Marni Hansen og Faktor 4 leggja um vikuskifti leiðina fram við Segllofti á Tvøroyri, og suðuroyingar fáa høvi at hoyra Jens Marna báði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Seinast Jens Marni og bólkur hansara vitjaðu á Tvøroyri, setti Seglloftið met í áhoyrarum.

-Vit fingu eina fantastiska framførslu frá ársins Planet-mannfólkarødd, Jens Marna Hansen, og góða orkestrinum Faktor 4 - ja Seglloftið kókaði hetta kvøld, siga fyrireikarar við Planet.

 

Fríggjakvøldið framførur Jens Marni á Pubbini á Tvøroyri, og fyrireikararnar siga, at tað verður ein sokallað intim konsert.

Leygarkvøldið gongur leiðin í Segllofti, og Jens Marni og Faktor 4 spæla til dans.