Um Johan Nielsen heldur, at hetta kann verða við til at styrkja um 1. deildarhópin hjá GÍ, so er tað væl hugsandi, at Jens Kristian Eldevig fer at spæla við GÍ í summar.
Jens Kristian hevur vant við GÍ í hesi vikuni, og vit skilja á lagnum, at støða verður tikin til møguligt samstarv heilt skjótt. Fuglfirðingurin í Grønlandi er ikki í fullgóðari venjing, men fyritreytirnar at koma í venjing eru hesa ársins tíðina ivaleyst væl betri í Gøtu, enn tær eru í Grønlandi.
Jens Kristian Eldevig spældi í áttati árunum við ÍF. Hann var verjuspælari og spældi í vinstra borði ella í miðverjuni. Síðani hann flutti til Grønlands at búgva, hevur Jens Kristian verið á grønlendska landsliðnum, sum m. a. hevur tikið lut í fótbóltskappingunum á oyggjaleikunum. Jens Kristian Eldevig hevur verið so nógv avhildin, at grønlendingar so seint sum í fjør valdu hann sum ársins fótbóltsspælara.
Nógv hol skulu tettast
Gøtumenn halda seg ikki hava serliga breiðan 1. deildarhóp. Teir hava mist fleiri spælarar ? eitt nú er Sámal Joensen farin til Leiftur, og Henning Jarnskor sigst vera á veg til Vál í Reykjavík.
Poul Ennigarð spældi í miðverjuni á Sevmýri sunnudagin. Men hann fer skjótt til Danmarkar á tekniskan skúla, og tískil verður hann buturfrá í fleiri vikur í vár. Um avtala verður gjørd við Jens Kristian Eldevig, so verður tað ivaleyst við tí fyri eyga, at hann skal tippa holið eftir Poul Ennigarð. Sum sagt so verður tað avgjørt seinni í vikuni, um Jens Kristian Eldevig skal hjálpa gøtumonnum í summar.
Rúni Justinussen, sum í fleiri enn tíggju ár hevur verið vongverji hjá GÍ, hevur ikki vant higartil í ár. Nú skilja vit á lagnum, at tað er ikki óhugsandi, at hann fer at leita fótbóltsskógvarnar fram aftur, men hann verður neyvan at síggja á besta liðnum beinanvegin.
jh