Jenis ivast um hann trýstir á grønt ella reytt

Hóast Jenis av Rana er formaður í Miðflokkinum, vil hann ikki binda seg til at atkvøða fyri ætlanini um flatan skatt og ætlanini um at skatta pensjónir við inngjald.

Tað gjørdi hann greitt í Løgtinginum seinnapartin í gjár í sambandi við, at fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar.

Jenis av Rana er ógvuliga ivingarsamir um ætlanina at seta flatan skatt í verk og at skatta pensjónir við inngjald.

Hann sigur, at tað er øgiliga nógvir ósvaraðir spurningar og hann vónar, at fíggjarnevndin, sum viðgerð ætlanirnar, tekur sær ta tíð, ið krevst, til at lýsa málið út í æsir og at fáa svar upp á allar ósvaraðar spurningar.

Og hann gjørdi eisini greitt, at hetta verður avgerðandi fyri um hann fer at atkvøða fyri ætlanini ella um hann fer at atkvøða ímóti.

- Eg kann bara siga fyri meg, at um eg trýsti á tann grøna knøttin og atkvøði fyri, ella um eg trýsti á tann reyða knøttin og atkvøði ímóti, veldst alt um, antin hesir ósvaraðu spurningarnir eru svaraðir ella ikki, segði Jenis av Rana.

Og hann legði afturat, at hann væntaði at tað vóru fleiri tingfólk, sum vóru í somu støðu.

Høgni Hoydal spurdi Jenis av Rana heilt ítøkiliga, um hann sostatt fór at tryggja, at flati skatturin og ætlanin at skatta pensjónir, verður ikki sett í verk, fyrrenn allar avleiðingarnar av ætlanunum eru lýst út í æsir.

Men tað kundi formaðurin í Miðflokkinum ikki lova honum.

- Vit kunnu ikki tryggja nakað sum helst, tí samgongan hevur meiriluta, hóast Miðflokkurin atkvøður ímóti, sigur Jenis av Rana.

Kristina Háfoss vísti á, at tað eru sjey limir í fíggjarnevndini, andstøðan eigur tríggjar limir og samgongan eigur fýra limir.

Ein av teimum fýra limunum hjá samgonguni er Miðflokkurin.

Tískil staðfesti Kristina Háfoss, at Miðflokkurin hevði avgerðandi orðið at siga í fíggjarnevndini og hon vldi hava at vita um hann vildi vera við til at tryggja, at málini verða væl og virðiliga lýst, ella um hann atkvøðir saman við restini av samgonguni.

Heldur ikki tað vildi Jenis av Rana lova.

Hann vónaði bara, at tá ið málið verður lagt fyri løgtingið aftur, er tað so mikið væl lýst, at tinglimir trygt kunnu atkvøða.

Men sjálvur hevur hann onki ímóti, at ætlanin um flatan skatt og ætlanin um at skatta pensjónir við inngjald, verða útsettar í eitt hálvt, ella eitt heilt, ár.