Eitt av aðalmálunum hjá samgonguni var at hækka blokkstuðulin úr Danmark við 130 til 200 milliónum krónum. Serliga var tað Sambandsflokkurin, sum koyrdi hart upp á hetta málið til løgtingsvalið – og løgmaður setti longu gongd á málið, áðrenn samgongan endaliga varð skipað, við at senda boðini til Bjarna Corydon, fíggjarmálaráðharra danska.
Tað kom kortini ikki tað stóra burtur úr hesum samráðingum. Coyrdon segði longu undir viðgerðini av fólkatingsfíggjarlógini, at talan ikki undir nøkrum umstøðum fór at verða um at hækka blokkin – men møguliga kundi tosast um at prístalsviðgera blokkin. Og tað varð gjørt, blokkurin vaks tískil við 8,6 milliónum krónum.
Men sambært skrivinum frá Jenis av Rana í nátt, so verða als ongar samráðingar aftur, so sum løgmaður annars hevur boðað frá.
Fráboðanin hjá Jenisi er soljóðandi:
»…samráðingarnar við donsku stjórnina um dagførda ríkisveiting hava verið og verða ikki endurtiknar!
Tvær ásetingar vóru í samgonguskjalinum viðvíkjandi ríkisveitingini. Hin fyrra, um samráðingar við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði, varð eftir ynski sambandsins (hetta var áðrenn nýggju tónar teirra á ríkisrættarliga økinum). Hin seinna var at mótrokna økingina við 15% av vanligu meirinntøkum landskassans.
Løgmaður og fíggjarmálaráðharrin komu aftur av samráðingarferð í Danmark sum av torvheiðum. Eftir heimkomuna høvdu vit fýra floksformenn í samgonguflokkunum fund um støðuna. Á fundinum var, til gleði fyri mong, full semja um at taka úrslitið til eftirtektar og ikki at fara aftur til samráðingar, hvørki tá ella seinni. Tað sum eftir stendur er seinna ásetingin í samgonguskjalinum, mótrokningin, og skuldu ikki verið mong bein í at fullført hana.«