Jenis av Rana hóttir við at rýma

- Tað verður heilt skjótt, at Miðflokkurin ikki tímir meiri við klandri í samgonguni og rýmir av skútuni, sigur Jenis av Rana. Hann dugir ikki at síggja nakran møguleika fyri at Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin gera tað mistak, at teir koma upp í samgonguna

- Hetta er við at blíva rættiliga keðiligt.

Jenis av Rana, sum er formaður í Miðflokkinum í samgonguni, er leiddur og keddur av politisku støðuni í samgonguni.

Hann sigur, at hann er so keddur av ófriði í samgongu, at nú er tað heilt skjótt komið hartil, at hann ikki tímir meiri og at Miðflokkurin rætt og slætt fer úr samgonguni.

- Tað er heilt greitt, at nú er tað heilt skjótt, at bikarið flytur yvir, tí tað er ongantíð arbeiðsfriður, sigur Jenis av Rana.

- Her skal okkurt munagott henda heilt skjótt, ella eru vit ikki við meiri, leggur hann afturat.


Barnalótir

Tá ið Jenis av Rana tosar um klandur, leggur hann dent á, at eftir hansara tykki er talan ikki um veruligt klandur.

- Tað, sum fyriferst í samgonguni er einki annað enn barnalótir, men tað má nú fáa ein enda, so at vit fáa arbeiðsfrið.

Jenis av Rana sigur, at tað er ikki meiri enn ein góð vika síðani, at samgongan og Sjálvstýrisflokkurin gjørdi avtalu um samstarv og vit kunngjørdi fyri almenninginum, at nú var loksins friður.

- Men hetta samstarvið er ongantið sloppið at standa sína roynd, so er aftur galið.

Jenis av Rana heldur, at samstarvsavtalan ímillum samgonguna og Sjálvstýrisflokkin er ríkiligt til at tryggja politiskt støðufesti og arbeiðsfrið í samgonguni, so tað var bara at koyra á, sum hann málber seg.


Tjóðveldið spælir hasard

Men ístaðin fyri at fara til verka, heldur Tjóðveldið fram og skapar enn meiri ófrið í samgonguni við at gera ein innanhýsis trupulleika í flokkinum til ein trupulleika fyri alla samgonguna.

- Hesin seinasti leikurin hjá Tjóðveldinum var betri ógjørdur tí hetta hevði samgongan so heilt avgjørt ikki brúk fyri.

Tað er serliga viðferðin, sum Heini O. Heinesen hevur fingið frá sínum egnu floksfeløgunum í Tjóðveldinum, sum fellur formanninum í Miðflokkinum fyri bróstið.

Og hann er sannførdur um, at framferðin hjá Tjóðveldinum hevur sett samgonguna í vanda.

- Øll vita, at fiskidagaskipanin er eitt hjartamál hjá Heina O. Heinesen og so kann hvør hava sína egnu meining um tað, at hann atkvøddi ímóti restini av samgonguni.

- Við hesum undantakinum kann eg ikki annað enn staðfesta, at Heini O. Heinesen hevur verið ein tryggur samstarvsfelagi í samgonguni.

Men tað er serliga framferðin hjá Tjóðveldinum í kjalarvørrinum á atkvøðugreiðsluni hjá Heina O. Heinesen um fiskidagaskipanini, sum Jenis av Rana átalar.

- Tjóðveldið royndi at kúga Heina O. Heinesen til at makka rætt í atkvøðugreiðsluni um at áseta fiskidagar. Men tá ið tað miseydnaðist, verður tað gjørt til ein trupulleika hjá allari samgonguni og tað líkist púra ongum.

- Hetta var avgjørt ein innanhýsis trupulleiki í Tjóðveldinum. Men ístaðin fyri at handfara trupulleikan á rætta stað, sum er innanhýsis í Tjóðveldinum, ger Tjóðveldið hetta til ein trupulleika fyri alla samgonguna.

- Tað var fullkomiliga óneyðugt, tí samgongan hevði stabiliserað seg við avtaluni við Sjálvstýrisflokkin. Eg ivist heldur ikki í, at Gerhard Lognberg eisini verður í parti við samgonguna í allarflestu málum. So samgongan var trygg, so tað var bara at fara til verka, sigur formaðurin í Miðflokkinum.


Missa andlit

Jenis av Rana sigur, at tað, sum nú hendir, er, at øll samgongan er tikin til gísla fyri at hjálpa Tjóðveldinum burtur úr einum innanhýsis trupulleika uttan at tey skulu missa andlit.

Tjóðveldið setti atkvøðugreiðsluna um fiskidagar hart upp, við hóttanum um at fara úr samgonguni. Tá ið tað ikki hendi kortini, hava tey mist trúvirðið, men fyri at bjarga sær í land aftur, gera tey hetta til ein trupulleika fyri alla samgonguna við at krevja ein annan flokk upp í samgonguna.

- At vit nú skulu ígjøgnum hesar dagarnar við fundum við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, bara fyri at hjálpa Tjóðveldinum burtur úr einum innanhýsis trupulleika, ger, at bikarið hjá okkum í Miðflokkinum er við at vera fult.

- Tað einasta rætta av Tjóðveldinum var at viðgingið, at teir gjørdu eitt mistak, tí eg kenni ongan, sum er viknaður av at viðganga eitt mistak.


Taktiskt mistak

Jenis av Rana ivast ikki í, at tað verður heilt ómøguligt at fáa Sambandsflokkin ella Fòlkaflokkin upp í samgonguna.

- Og tað veit Tjóðveldið eisini, leggur hann afturat.

Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokurin hava kravt, at skulu teir upp í eina samgongu, skal byrjast á einum blonkum pappíri um eitt nýtt samgonguskjal við einum nýggjum politikki.

Formaðurin í Miðflokkinum staðfestir, at hvørki Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin ella stórir partar í Tjóðveldinum, halda, at tað er neyðugt at gera eina nýggja samgongu samgongu, tí samstarvið við Sjálvstýrisflokkin er nóg trygd grundarlag at virka undir.

- Men eg haldi eisini, at tað er fullkomiliga ósannlíkt, at Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin gera tað taktiska mistak, at teir nú fara upp í eina samgongu undir Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni, tá ið teir annars kunnu framprovokera eitt formansumfar og fáa løgmann sjálvir.

Men endar tað við, at Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin koma upp í samgonguna, er tað mestsum púra vist, at Miðflokkurin kann vinka farvæl til landsstýrismannin í fíggjarmálum?

- Tað kann væl henda, at tað verður kravið, men tað verður ikki uttan svørðslag, tí tann sessin siga vit ikki frá okkum, uttan at fáa okkurt rættiliga munagott afturfyri.

Jenis av Rana hevur eisini góðar vónir um at verða verandi í samgongu, skuldi hendan slitan.

- Tað kann væl henda, at júst Miðflokkurin verður ein miðdepil í eini komandi samgongu, tí tað eru nógvir møguleikar fyri at skipa eina nýggja samgongu, bæði eina sjálvstýrissamgongu við A,E og H, sum telur 18 tinglimir, ella aðrari samgongu við A,B og H, sum telur 17 tinglimir.

- So tað kann so skjótt vera, at onkur vaknar við kaldan dreym, sigur Jenis av Rana.