Ætlanin um at seta eina føroyska sendistovu í Jerusalem, eigur ikki at verða slept av ótta fyri at fornerma arabarar.
Tað heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú Løgtingið er í ferð við at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár.
Tað hevur verið eitt hjartamál hjá Miðflokkinum at føroyingar fáa eina sendistovu í Ísrael og ynskidreymurin hjá Jenisi av Rana er at fáa hana í Jerusalem.
Hetta hevur vakt ans, eisini uttanlands, tí Jerusalem er ein umstríddur býur og av tí saman hava flestu lond latið vera við leggja sínar sendistovur í Jerusalem fyri ikki at provokera palestinarar, og sostatt leggja enn ein meinboga í vegin fyri friðarætlanirnar í Miðeystri.
Sostatt hava øll lond, við nøkrum heilt fáum undantøkum, lagt sínar sendistovur í Tel Aviv.
Nú Løgtingið er í ferð við at samtykkja fíggjarlógina, er Jenis av Rana fegin um at Fìggjarnevndin ikki hevur strikað játtanin til sendistovu í Ísrael.
Men hann heldur, at vit skulu tora at halda fast um at sendistovan skal verða í Jerusalem. Hann heldur ikki, at vit skulu sleppa ætlanini um at leggja sendistovuna í Jerusalem av ótta fyri at fornerma arabarar.
Hann heldur ikki, at tað sømir seg fyri okkum at fortelja ísraelum, at vit ikki vilja leggja sendistovuna í høvuðstaðið teirra, Jerusalem, tí at vit ikki vilja fornerma arabarar.
Hann heldur, at tað er ein øvugtar hugsunarháttur og hann heldur eisini, at nú má heimurin vakna, tí hetta er ikki sømiligur atburður ímóti eini tjóð, sum er so hart roynd sum ísraelar.











