Jenis av Rana breyt revsilógina

SAMKYND Jenis av Rana hevur brotið grein 266-b í revsilógini, heldur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur

Tá ið Jenis av Rana noktaði at sita til borðs saman við íslendska forsætisráðharranum og konu hennara, tí tey eru samkynd, breyt hann samstundis grein 266-b í revsilógini. Tað heldur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur.
- Tað er í øllum førum tætt við, leggur hann afturat.
Tað er staðfest, at orsøkin til at Jenis av Rana ikki vildi taka av innbjóðingini at eta døgverða saman við íslendska forsætisráðharranum og konu hennara, er teirra kynsligi samleiki.
Tá ið løgfrøðingurin í tíðindunum á Rás2 skuldi útgreina, hvat hann meinti við, bleiv hann næstan bíbilskur og talaði í líknilsum:
Hann sigur, at hevði Jenis sagt, at hann ikki vildi fara til Kirkjubøar tí hann ikki vildi sita til borð við einum nekara, høvdu øll tikið tað sum eitt tekin um hansara hugburð til fólk við einum øðrum húðarliti.
Tað er ongin munur á, um grundgevingin er húðarlitur ella um hon er kynsligur samleiki.
Jógvan Páll Lassen leggur afturat at verður Jenis av Rana meldaður og funnin sekur, hevði hann helst fingið bót.
Her skal leggast afturat, at Jenis av Rana er í hvussu so er ikki meldaður, upplýsir løgreglan.

snaraður og misskiltur
Tíðindini um, at Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, ikki vildi taka av innbjóðingini til almennan døgverða saman við íslendska forsætisráðharranum og konu hennara, nú tær báðar vóru her á almennari vitjan sum samkynd par, eru farin víða um í heiminum.
Onkur mannarættindafelagsskapur hevur enntá kallað føroyingar teir norðurlendsku talibanarnar.
Men í tíðindunum á Rás2 hevur Jenis av Rana onga viðmerking til niðurstøðuna hjá Jógvan Páll Lassen.
- Men ætlar løgfrøðingurin at ákæra meg fyri at endurgeva bíbliuna, er adressan skeiv, tí so má hann venda sær til tann, ið hevur skrivað bíbliuna.
- Og skalt tú seta bíbliuna og grein 266-b upp ímóti hvørjum øðrum, veit eg, hvat eg velji, sigur formaður Miðfloksins.

Kundi ikki taka av
Jenis av Rana vísir kortini staðiliga aftur, at hann hevur diskriminerað ella vanvirt íslendska forsætisráðharran.
Hann heldur, at tá ið summi fólk hava gjørt hetta til eitt mál um at vanvirða samkynd, er tað snara veruleikanum grovliga, tí tað hevur hann ongantíð gjørt.
- Men tað eru eisini fólk, sum vilja misskilja málið.
- Tað var sum formaður Miðfloksins, at eg fekk eina formliga innbjóðing um at vísa løgmanni tað sømd at koma til ein almennan døgverða saman við íslendska forsætisráðharranum og frú, sum vóru á almennari vitjan í Føroyum.
Hann sigur, at eini slíkari innbjóðing kundi hann ikki taka av, sum formaður Miðfloksins, tí slíkur liviháttur stríður ímóti sjálvum meginreglununum hjá flokkinum.
- Tí kundi hann ikki, sum floksformaður, taka av eini slíkari innbjóðing.
Men hann vil undir ongum umstøðum viðganga, at hetta er at vanvirða íslendska forsætisráðharran, tí hann kundi enntá bjóða henni og konu hennara heim til sín og verið bæði blíður og týður við tey.

Eg havi fólkið við mær
Jenis av Rana er púra sannførdur um, at hann hevur undirtøku í einum stórum parti av fólkinum, tá ið hann noktaði at taka av innbjóðingini um at eta døgverða saman við íslendska forsætisráðharranum og frú.
Hann sigur, at tað vísa tær reaktiónir, hann hevur fingið, bæði úr Føroyum og úr Íslandi.
Hann sigur, at hann er fullkomiliga tikin á bóli um allar samhuga-reaktiónirnar, sum streyma inn til hansara ymsastaðni úr Føroyum – og eisini frá íslendingum, sum nógv annars halda, høvdu havt orsøk til at føla seg særdar.
Hann sigur haraftur ímóti, at tær negativu reaktiónirnar eru sera fáar.
Hann leggur afturat, at tað kundi verið meiri hóskandi hjá løgfrøðingum at havt eina mening um summar av teimum viðmerkingum, sum hava verið á Portalinum.
- Har hava summi sagt, at eg skal druknast og onnnur skjóta upp, at eg skal brennast á báli.
Hann heldur, at slíkar útsagnir kundu løgfrøðingar heldur farið í holt við.