Í annaðkvøld klokkan 19 skipar Demokratia fyri fyrilestri í Mettustovu í Skipara Hansensgøtu úti á Reyni í Havn.
Tað er Dorthe Gyldenkærne, HR mennari, sum millum annað ferð at røða um, hvussu tú finnur tína innaru styrki at standa fram og føra út í lívið tað, sum hjartað brennir fyri.
Tiltakið er ætlað kvinnum, sum ætla at gera sína ávirkan galdandi í politiska lívinum, men øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.