Javnrættindi, ikki serrættindi

Andin í ST-sáttmálanum um rættindi terra, ið bera brek, er javnrættindi fyri øll – og harvið eingi serrættindi, skrivar Tóra við Keldu, forkvinna í meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.

 

Andin í ST-sáttmálanum um rættindi terra, ið bera brek, er javnrættindi fyri øll – og harvið eingi serrættindi, skrivar Tóra við Keldu, forkvinna í meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.

 

Tóra við Keldu skrivar í lesarabrævi, at ST-nevndin, ið varðar av ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, hevur í tilmælum víst Føroya Landsstýri á viðurskifti, har javnrættindini ikki eru tryggjað.

 

- Nevndin vísir á, at Føroya Løgting eigur at samtykkja eina lóg, sum tvørtur um geirar tryggjar og fyribyrgir mismun út um arbeiðsmarknaðin, og at teir manglar, sum gera mismun, orsaka av breki, verða staðfestir, stendur at lesa í lesarabrævinum.

 

ST-nevndin vísir á, at við at viðurkenna ST-sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek, hevur Føroyar eisini viðurkent, at øll fólk eru eins fyri lógini og hava rætt við ongum mismuni til somu verju og sama gagn av lógini.

- Limalondini skulu banna øllum mismuni, grundað á brek, og tryggja fólki, ið bera brek, javnbjóðis og munagóða lógarverju ímóti mismuni, sama hvør grundin er. Fyri at fremja hetta, skulu Føroyar taka øll hóskandi stig at tryggja, at rímiligar tillagingar verða gjørdar, skrivar forkvinnan í MBF.

 

Tóra við Keldu skrivar, at løgtingslóg nummar 63 frá 26. mai 2011, um at banna mismun á arbeiðsmarknaðinum, avgjørt er ein góð byrjan, men at Føroya Løgting nú má víðka tílíkar lógir, so allur mismunur orsaka av breki verður bannaður.

 

- Føroyar eru fyri øll – tað eru øll óivað samd um, tó at tær í dag í veruleikanum ikki eru tað. Víst verður í tilmælunum frá ST til Føroya landsstýri á viðurskifti, sum eru góð, og eisini á viðurskifti, sum eiga at gerast betri. Tí mugu allar Føroyar – Føroya landsstýri, Føroya løgting og allir føroyingar - vera við, so hetta kann tryggjast. Nei, hetta eru ikki serrættindi, men javnrættindi til allar føroyingar, skrivar Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, at enda.

 

Les eisini Javnrættindi og eingin mismunur fyri tey, ið bera brek