Dómarin kom í brennideplin, tá Pólland og Grikkaland spældu 1-1 í opningsdystinum í EM endaspælinum í dag. Pólland kom á odda og hevði ein mann í yvirtal í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki vendi alt á høvdið og var tað ikki fyri innskifta pólska málmanninum, sum bjargaði einum brotssparki, so vann Grikkaland.
Pólland kom flúgvandi frá byrjan og trýstið eitt illaskipað grikskt lið langt aftur á vøllin. Tað gav úrslit longu aftaná 17 minuttir, tá Jakub Blaszczykowski legði bóltin innfyri til Robert Lewandoeski , sum stútaði bóltin í málið.
Pólland hevði fleiri møguleikar at økja, meðan mótbrekkan hjá Grikkalandi bleiv tyngri og tyngri. Fyrsti mátti Avraam Papadopoulos skiftast út við skaða og so fekk Sokratis Papadopoulos tvey bílig gul kort og varð útvístur. Nakað grikkar ikki vóru fegnir um.
- Tað var ikki reytt kort. Tað fyrra var ikki eingongd fríspark og so slett ikki eitt gult kort, segði Alan Shearer um støðuna við BBC.
Í hálvleikinum skiftu grikkar Dimitrios Salpingidis inn. Bara seks minuttir inn í seinna hálvleik eydnaðist tað honum at javna, tá hann sparkaði ein leysan bólt í brotsteiginum í mál.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdi polski málmaðurin, Wojciech Szczesny, brotsspark og varð útvístur. Innskifti Przemyslaw Tyton bjargaði tó brotssparkinum frá Giorgos Karagounis. Hetta er triðja brotssparkið, ið grikkar hava brent upp í slag.
Tað endaði við einum javnleiki, ið bæði liðini munnu vera lítið fegin um. Pólland kundi havt lukkað dystin í fyrra hálvleiki, meðan grikkar í seinna hálvleiki høvdu ein gyltan møguleika at stjala øll stigini.
Wojciech Szczesny er tann fjórði málmaðurin, ið hevur fingið reytt í einum endaspælið. (Opta)
Pólland Grikkaland 1-1 (1-0)
1-0 Robert Lewandoswki, 17
1-1 Dimitrios Salpingidis, 51
Pólland:
Szczesny(Reytt 68.min), Piszczek, Wasilewski, Perquis, Boenisch, Murawski, Polanski, Blaszczykowski, Obraniak, Rybus (Tyton 70.min), Lewandowski.
Á bonkinum: Sandomierski, Wojtkowiak, Kaminski, Dudka, Matuszczyk, Wawrzyniak, Sobiech, Mierzejewski, Wolski, Grosicki, Brozek.
Grikkaland: Chalkias, Torosidis, Papastathopoulos(Reytt 44.min), Avraam Papadopoulos (Kyriakos Papadopoulos 37.min), Holebas, Maniatis, Katsouranis, Karagounis, Ninis (Salpingidis 46), Gekas (Fortounis 68.min), Samaras.
Á bonkinum: Tzorvas, Tzavelas, Malezas, Makos, Liberopoulos, Mitroglou, Fotakis, Fetfatzidis, Sifakis.
Dómari: Carlos Velasco Carballo (Spania)