Í sera góðum líkindum deildu FC Suðuroy og AB stigini millum sín í einum sera málríkum dysti, sum endaði við javnleiki 3-3. AB var á odda 2-1 í steðginum, men tað var FC Suðuroy sum kom á odda við málið, sum Jón Krosslá Poulsen skeyt tá eitt lítið korter var farið av dystinum. Við brotsteigarmarkið fekk vandamikli vágbingurin beint bóltin í málið. Men hetta skakaði ikki AB. Fyrst javnaði Yohan Borðoy, tá 21 minuttir vóru farnir, tá ið hann úr vinstru legði bóltin í handara síðunetið. Mangur metti, at talan var um eitt innlegg, men tað er ikki víst, at málskjúttin hugsar tað sama. Stutt undan steðginum skoraði Nikolaj Eriksen fyri AB. Støðan uppstóð eftir at argjamenn høvdu steðgað FC Suðuroy, ið vóru á veg í álop. Ì seinna hálvleiki fekk FC Suðuroy høvdið fyri seg, og høvdu stórar málmøguleikar á træverkið hjá AB. Tá 65 minuttir fekk danin, Kasper Schultz hol á. 10 minuttir seinni fær danin hjá AB, Nikolaj Eriksen møguleikan at leggja AB á odda, tá FC Suðuroy-verjan ikki var serliga vakin. Lítla løtu seinni fekk Henning G. Joensen balansu í roknskapin aftur.
Vónbrotin
Jón Krosslá Poulsen, sum legði FC Suðuroy á odda var alt annað enn nøgdur við 3-3: - Eg eri ótrúliga vónbrotin í dag. Vit høvdu ótrúliga nógvar málmøguleikar, meðan teir høvdu fáar málmøguleikar, og fáa eisini nøkur løgin mál, har teir m.a. hava eitt innlegg, sum fer beinleiðis í málið (1-1 málið red.). Eitt annað mál fáa teir, tá ein av okkara verjuspælarum ger ein stóran brølara, og tað eydnast Nikolaj hjá AB at taka bóltin frá verjuni, og leggja AB á odda 3-2. Vit kunnu ikki brúka hendan javnleikin til so nógv. Ein kann siga, at talan var um eitt slag av finalu í dag, og tað sást eisini á vøllinum, har bæði liðini vóru rættiliga aggresiv. Í okkara støðu er tað ov lítið at fáa eitt stig, vit mugu hava trý stig á kontuna fyri at kunna bjarga plássinum í deildini. Tá vit koma uppá 3-3 koyra vit á, og vit høvdu nógv innlegg, har vit kundu fingið fleiri mál, um menn vóru nóg neyvir.
Eitt stig er betri enn einki
Sámal Erik Hentze, sum er nýggju í venjaratoyminum hjá AB var meiri nøgdur við tað eina stigið, enn Jón Krosslá Poulsen: - Eitt stig er betri enn einki stig, tá ein skal kappast ímóti FC Suðuroy. Nú fóru teir so ikki frá okkum á stigatalvuni. B71 tapti, so nú eru vit, ið hvussu er eitt stig nærri áttanda plássinum. Til tíðir gekk dysturin eftir bókini, men tað vóru eisini løtur í dystinum, har vit gjørdu øvugt av tí vit høvdu avtalað áðrenn dysturin fór í gongd. Nógv tilvildarligt spæl, har vit ikki stýrdu dystinum, sum vit ætlaðu. Talan er um nýggjar spælarar í fleiri førum, sum eg kanska ikki kenni nóg væl, og kanska havi eg lagt ov nógv á summar herðar. Thomas Juul Thomsen royndi seg í AB-málinum á fyrsta sinni, og Sámal Erik Hentze var væl nøgdur við avrikið hjá tí unga havnarmanninum, og helt at hann hevði gjørt ein góðan figur.