Leygardagin hevði Javni aðalfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Ongi serlig evni eru á sjálvum aðalfundinum, men tað var longu frammanundan greitt, at felagið skuldi hava nýggjar nevndarlimir.
Bogi Andreassen og Maud Vang Hansen stóðu bæði fyri vali og hvørgin teirra tók við afturvali.
Fyri tey vórðu Johanna Andreasen og Fríðbjørg Hammer vald í nevndina.
Óli Wolles er næstformaður í Javna og hann stóð eisini fyri vali, men varð afturvaldur.
Annars er Lis Eklund í Niðristovu, forkvinna í Javna og. Hinir nevndarlimirnir eru Meinhard Dalbú, Turið Askham, Sigrid Midjord.
Á aðalfundinum varð eisini løgmaður og hann greiddi fundarfólkinum frá Visjón 2015 við serligum atliti til menningartarnað og hann svaraði spurningar frá fundarfólkinum.