Eirikur Lindenskov
Í gjár skipaði næmingafelagið í Hoydølum fyri politiskum fundi í sambandi við fólkatingsvalið í dag.
Á fundinum vóru umboð fyri allar flokkar: Fyri Fólkaflokkin Óli Breckmann, fyri Sambandsflokkin Lisbeth Petersen, fyri Javnaðarflokkin Jóannes Eidesgaard, fyri Sjálvstýrisflokkin Helena Dam á Neystabø og fyri Tjóðveldisflokkin Finnbogi Ísakson.
Tá slíkur fundur er í Hoydølum, plaga tey samstundis at gera tvær veljarakanningar. Eina fyri fundin og eina eftir fundin. Soleiðis varð eisini gjørt hesaferð. Áðrenn fundin varð støðan hendan:
Fólkaflokkurin 20,11%
Sambandsflokkurin 8,6%
Javnaðarflokkurin 21,84%
Sjálvstýrisflokkurin 6,9%
Tjóðveldisflokkurin 22,99%
Eftir hesum úrsliti átti Tjóðveldisflokkurin fyrra mannin og Javnaðarflokkurin tann seinna. Men eftir fundin fluttu rættuliga fitt av atkvøðunum. Tá varð støðan hendan:
Fólkaflokkurin 15,7% -4,41
Sambandsflokkurin 11,63% +3,03
Javnaðarflokkurin 32,98% +10,14
Sjálvstýrisflokkurin 5,8% -1,1
Tjóðveldisflokkurin 24,42% +1,43
Fyri fundin atkvøddu 172 - eftir fundin 174 næmingar.