Javnaðarpanikkur

Meðan tíðin styttist til avgerðin verður tikin um umboðan okkara á Fólkatingi, tykist rættiligur panikkur at vera komin í Javnaðarflokkin og serliga floksformannin.

 

Nú skal Sambandsflokkurin vera evnið hann brúkar og fer illa við, fyri at bjarga sær sjálvum.

Sjálvandi fer tað ikki at halda Sambandsflokkinum aftur at stríðast víðari, tvørturímóti, men pástandir úr leysari luft, sum javnaðarformaðurin vartar upp við, krevja viðmerkingar.

Jú víst loysir tað seg at velja Sambandsflokkin. Fyri tað fyrsta vilja vit varðveita fólkatingsumboðanina, tí hon er týðandi táttur í tí samstarvi, sum vit hava í ríkisfelagsskapinum.

Tað vil Javnaðarflokkurin ikki. Hann vil bara hava sessin.

Sambandsflokkurin ætlar sær framhaldandi at samstarva við flokkin Venstre, har vit kunnu fáa umboð í nevndir og innlit í mál, sum Jóannes ikki fær sum leysgangari. Og samskiftið við donsku politikararnar og kunnleiki teirra um føroysk viðurskifti kann bert gerast betri.

Jú víst vil Sambandsflokkurin hava broytingar, og samráðingaruppleggið liggur klárt at brúka.

Vónandi fáa vit samstarv við Javnaðarflokkin í framtíðini, tí hann, eins og vit, vil vera verandi í ríkisfelagsskapinum.

Vit gleðast um, at Javnaðarflokkurin kom uppá betri tankar, tá hann slepti fullveldisætlanunum og vendi aftur til ríkisfelagsskapin, sum Javnaðar- og Sambandsflokkurin høvdu sum felagsmál saman við Sjálvsstýrisflokkinum, tá vit fingu heimastýrislógina.

Jóannes átti heldur at brúkt krútið uppá fullveldisflokkarnar enn at leggja sjógv millum sín og okkara flokk, um tað veruliga er ætlan hansara at bjarga ríkisfelagsskapinum, sum nú er í vanda, og við tí felagsskapinum eisini bjarga persónliga frælsið hjá tí einstaka og vælferðarsamfelagið Føroyar.