Sonurin Atli Dam, sáli, segði: Tað er óneyðugt við Tjóðveldisflokkinum, tí føroyingar fáa alt tað sjálvræði, sjálvstýri, frælsi og eiga møguleikan at byggja upp ein sjálvberandi búskap innan verandi ríkiseind. Atli Dam hevði ofta á munni, at heimastýrislógin er eingin forðan fyri sjálvbjargni og frælsi, tí umrødda lóg røkkur líka at loysingini. Vit eru ikki fjøtrað í ríkisfelagsskapinum, og tískil er Javnaðarflokkurin ein samríkisflokkur.
Marita Petersen sála, sum hevði nógvar truplar samráðingar við donsku stjórnina, var eisini ein politikari, sum vardi verandi samríki. Minnist ein fund, ið var hildin á næmingaheiminum við Marknagilsvegin, har Marita Petersen, sum løgmaður tosaði um loysing ella framhaldandi samríki.
Hon helt fyri, at Føroyar saktans kunnu klára seg uttan fyri verandi ríkisfelagsskap við Danmark og Grønland, men velja vit ta loysnina, fáa vit eitt heilt annað og eisini nógv øðrvísi samfelag.
Við okkara stødd og fjarstøðu til umheimin verður trupult at varðveita verandi fólkatal, tað fer helst at minka munandi, kanska niður til 25.000, og tá verða vit ov fá til at lyfta tær felagsbyrðar, sum eitt vælferðarsamfelag krevur.
Nei, hatta passar ikki, kanst tú siga, men veruleikin vísir okkum, at smá og avbyrgd samfeløg hava als ikki somu møguleikar, sum tey størri hava.
Í meira enn 40 ár var Javnaðarflokkurin ein stinnur samríkisflokkur, men nú er støðan ein onnur, hon kennist ógreið, mong eru tey, ið spyrja, hví Javnaðarflokkurin er so uttanveltaður, tá ið spurningurin um loysing ella samríki verður umrøtt. Landsfundur floksins er júst lokin, men í yvirlýsingini verður einki sagt um floksins støðu til samríkisspurningin, so vit vita framvegis ikki um Javnaðarflokkurin vil framtíðartryggja vælferðina innan ella uttan verandi ríkiseind.
Formaður Javnaðarfloksins hevur fleiri ferðir víst á, at hansara flokkur dettur niður ímillum tveir stólar, nevnliga loysing ella samband, og støðan í dag er óbroytt, flokkurin hongur framvegis ímillum tveir stólar.
Vil Javnaðarflokkurin aftur hava somu ávirkan í føroyskum politikki, sum hann áður hevur havt, verður neyðugt at velja síðu. Tað at velja alt sum liggur ímillum loysing ella samríki, er tað sama sum einki at velja.