Tað er ikki ein felags fatan í Javnaðarflokkinum, at almenn starvsfólk ikki røkja sínar skyldur til fulnar. Javnaðarflokkurin hevur tvørturímóti fult álit á alment løntum starvsfólkum eins væl og bæði tímaløntum og fastløntum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Tí má Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, sjálvur standa við tær viðmerkingarnar, ið hann hevur havt ímóti almennum starsvsfólki seinastu dagarnar. Tær skulu á ongan hátt fatast sum eitt flokssjónarmið hjá Javnaðarflokkinum. Tvørturímóti heldur Javnaðarflokkurin, at rættindini í fleiri førum áttu at verið styrkt, bæði hjá starvsfólkum í almenna og á tí privata arbeiðsmarknaðinum.
At leggjast eftir starvsfólkum fyri at vera heima hjá sjúkum barni ella tí, at tey eru á skeið, fyri at menna sínar førleikar, er ikki í samsvari við almennu fatan floksins av hesum viðurskiftum. Heldur áttu vit at gjørt umstøðurnar betri fyri tey, sum hava trupult við at fáa arbeiðs- og familjulívið at samvirka.
Vegna Javnaðarflokkin
John Johannessen,
Form. á tingi