Javnaðarflokkurin:Høvuðsvinnan ikki á útlendskar hendur

Tað ljóðar frá samgonguni, at einskiljing og søla av fyritøkum er komin langt og skal alt gerast púra frítt og uttan avmarkingar. Men Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin, hevur í tinginum loddað dýpið,og væntar sær meirluta fyri uppskoti, ið setir ávísar avmarkingar í samband við sølu av Føroya Fiskavirking

Ætlanirnar um einskiljing av størri almennum fyritøkum og sølu eru komnar langt, tó ikki øll tingfólk taka fult undir við ætlanunum, sum í ávísum førum verða mettar at fara ov langt og geva ov frítt spæl, ið ikki er vandaleyst, hóast løgmaður hevur sagt, at løgtingið skal takast við upp á ráð í hvørjum einstøkum føri.
Hetta sjónarmið hevur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard í samband við Føroya Fiskavirking, sum flokkurin metir verða nakað heilt fyri seg, nakað grundleggjadni í føroyskum vinnulívi og búskapi.
- - Nú er tað jú ikki landsstýrið, sum varðir av Føroya Fiskavirking, men Framtaksgrunnurin, ið eisini skal selja Føroya Fiskavirking. Fyrrverandi formaðurin, Wilhelm Petersen, eftirlýsti á sinni eisini klárum útmeldingum frá politiskari síðu um, hvørjar ætlanirnar vóru. Stóð tað t.d. útlendingum frítt at keypa, sigur Jóannes Eidesgaard.

Útlendingar taka onnur atlit
- - Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, setti bólk, ið kom við áliti, sum gav alt púra frítt í sambad við møguliga sølu. Har vóru ongar avmarkingar yvirhøvur. Bjarni Djurholm tók undir við hesum sjónarmiði, og av tí at hetta var í tráð við vinnupolitikk landsstýrisins, legði hann ikki álitið fyri tingið, sigur Jóannes Eidesgaard.
- - Vit eru ikki sand í, at ongar avmarkingar skulu vera, tá tað snýr seg um Føroya Fiskavirking og at útlendingar ótálmaðir kunnu koma inn. Vit eru ikki samd í prinsippinum. Tí útlendingar taka onnur atlit og hugsa sjálvsagt um, hvat tænir teirra áhugamálum best. T.d. hevur Eimskip verið nevnt sum møguligur keypari og avleiðingarnar kunnu verða so nógvar. T.d. at vit eisini missa allan flutningin, minnir formaður Javnaðarfloksins á.

Serstakt við Fiskavirking
- - Tað er nú einaferð nakað serstakt, tá vit tosa um Føroya Fislavirkng. Tað er ikki tað sama, sum tá vit siga, at vit loyva útlendskum kapitali í føroyska vinnu. Hetta er meira grundleggjandi. Tí vóru vit eisini spent upp, hvat tingfólk, samgongulimir, søgdu til ótálmaðu ætlanirnar og loddaði eg tí dýypið fyri, hvat fólk hildu um avmarkingar ella púra frítt spæl. Fleiri søgdu seg ganga inn fyri avmarkingum, eisini samgongulimir og t.d. Torbjørn Jacobsen og Poul Michelsen lótu hetta koma fram.
- - Alt bendir tí á, at eitt uppskot um ávísar avmarkingar fær meirluta í tinginum. Í grundini er tað bara ein spurnigur um, hvør skal taka stig til uppskotið, men ger eingin annar tað, so fer Javnaðarflokkurin at taka stigið og væntandi fæst meirluti, sigur Jóannes Eidesgaard.
- - Støðan nú er í grundini tann, at vit kunnu vakna í morgin og Fiskavirking er selt á útlendskar hendur. Hetta eru virkir ella ein fyritøka, sum hava bart kreppuárini av sær og sum eru saneraði. Hví selja øðrum fyri saneringsprís? Og so mugu vit ikki gloyma avleiðingarnar, sum slíkt kann fáa fyri útjaðaran, sigur Jóannes Eidesgaard.
- - Vit tosa um grundleggjandi viðurskifti og um hjartað í føroyskum vinnulívið. Puntkið, ið alt melur um og um okkara fiskitilfeingi, so her má farast varliga fram og heilt vandaleyst er ikki ótálmað at lata alt fara á útlendskar hendur, metir Jóannes Eidesgaard, sum fegnast um, at tað sær út til, at meirluti fæst í tinginum fyri uppskoti, ið setir ávísar avmarkingar hesum viðvíkjandi.
- Enn torur hann tó ikki at seta tøl á ella koma nærri inn á, hvat slíkt uppskot kemur at ljóða uppá viðvíkjandi prosentpørtum í eigaraviðurskiftum, men at tingfólk ikki vilja lata alt fara ótálmað av føroyskum hondum er hann fegin um og so kunnu smálutirnir í uppskotinum koma seinni, tá tingið kemur saman aftur í heyst.