Javnaðarflokkurin er enn samríkisflokkur

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, minti aftur á í dag, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur.

Tá hann tók við sum formaður í mars 2011, staðfesti hann eisini, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur, sum ikki setir vælferðina í vanda í strembanini eftir sjálvbjargni.

- Í mínum hugaheimi hevur tað ongantíð verið eitt ivamál, men summi hava gjørt tað til eitt ivamál, so hetta er bara ein staðfesting av støðuni, segði hann við Sosialin tá.

Í dag, 5. mai 2012, staðfesti hann aftur, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur.

- Javnaðarflokkurin hevur ikki sum mál at fara úr ríkisfelagsskapinum. Vit stremba altíð eftir at taka størri ábyrgd, tá tað er fíggjarliga ráðiligt. Tíðin er ikki til kostnaðarmiklar yvirtøkur nú, uttan at tað ber inntøkur við sær. Tað er líkt til, at yvirtøka hava loftrúminum kunnu hava inntøkur við sær, og vit skulu kanna hesar møguleikarnar alt fyri eitt, segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, í sínari røðu.