Javnaðarflokkurin besta trygdin fyri mennandi ríkisfelagsskapi

Tað var øgiligur tvídráttur millum føroyingar, tá stjórnarstøða Føroya skuldi skipast av nýggjum eftir annan heimsbardaga. Nationalistarnir vildu hava loysingina her og nú. Sambandska afturhaldið vildi flyta Føroyar aftur í gomlu amtsstøðuna, sum var undan krígnum. Hóast flestu føroyingar vildu hvørki av hesum, læstu teir báðir politisku minnilutarnir fyri neyðugu nýskipanini.

Tá var tað at Javnaðarflokkurin, stuðlaður av Sjálvstýrisflokkinum, fekk snarað samráðingunum um framtíðarstøðu Føroya burtur úr tí úrslitaleysa klandrinum millum nationalistisku og sambandsku minnilutarnar. Tað eydnaðist at savna allar partar - uttan um loysingarfólkini – um ta nýggju skipanina í Heimastýrislógini.

Heimastýrislógin gjørdist okkara politiski grundvøllur í Ríkisfelagsskapinum, sum nú hevur verið ein tryggur karmur um stjórnarstøðu Føroya í meir enn seksti ár – fyrrverandi Færø Amt mentist til eina javnbjóðis og sjálvbjargna tjóð í einum vælvirkandi Ríkisfelagsskapi.

Á hesum grundvølli er eisini menningin av tí føroyska vælferðarsamfelagnum farin fram, har vit hava bygt ein tættan infrastruktur og sosialar skipanir, útbúgvingar- og heilsuverk á høgum norðurlendskum støði.

Seinni árini hevur tann úrslitaleysi tvídrátturin um okkara stjórnarstøðu tikið seg uppaftur. Hetta er komið fram í royndunum at koma á mál í áralanga arbeiðinum um eina nýggja stjórnarskipanarlóg – eitt arbeiði, sum varð sett á politisku dagsskránna longu í 1996 av Maritu Petersen sála, forkvinna fyri Javnaðarflokkin, løgmaður og løgtingsforkvinna.

Nú standa øðrumegin loysingarfólkini í Tjóðveldinum, Miðflokkinum og tí Rógvuska Sjálvstýrisflokkinum sum blokerandi minniluti.

Javnaðarflokkurin er lykilin til at fáa ta breiðu semjuna millum hinar flokkarnar, eina semju, sum 70-80% av øllum føroyingum kunnu taka undir við – ein stjórnarskipan, sum sjálvsagt viðurkennir Ríkisgrundlóg og Heimastýrislóg og harvið støðu okkara í Ríkisfelagsskapinum.

Javnaðarflokkurin er eisini lykilin til at fáa ta neyðugu semjuna við donsku stjórnina um nýggju stjórnarskipanina – serliga tá komandi danska stjórnin eftir øllum at døma verður undir leiðslu av danska Javnaðarflokkinum.

Tá er av størsta týdningi, at føroyski Javnaðarflokkurin er umboðaður á Fólkatingi – ongantíð betur enn at samríkisflokkarnir fingu bæði føroysku umboðini.