Jarn og metal endurnýtsla er ein nógv vaksin vinna uttanlands seinnu árini, og ivaleyst er eisini tørvur á einum slíkum virki í Føroyum eisini.
Tórshavnar Kommuna hevur eitt øki inni á Sundi, ið kann nýtast til slíkt endamál, men býararkitekturin mælir til, at tað verður gjørd ein skipanarætlan fyri økið, har hædd verður tikið fyri teimum umsóknunum, sum hóska seg í økinum.
Beate L. Samuelsen, býráðslimur, mælti á býráðsfundinum í gjárkvøldi til, at málið var beint í Heilsu - og umhvørvisnevndina til viðgerðar, áðrenn býráðið tekur støðu, og hesum tók ein meiriluti undir við.









