Stutt fyri klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin var ein harður jarðskjálvti undir havbotninum í landnyrðing úr Jan Mayen. Skjálvtin var 6,1 á Richter-stiganum.
Norski jarðfrøðingurin Conrad Lindholm sigur við Aftenposten, at skjálvtin var ikki óvanliga harður, men kortini ein av teimum hørðu á hesum leiðum.
-Har er lutfalsliga grunt, og var eitt skip á leiðini, hevði manningin kent skjálvtan, sigur hann.
Leiðin, har skjálvtin var, er partur av Norðuratlantshavsrygginum, sum røkkur frá Íslandi til Jan Mayen og Svalbard, og har eru ofta jarðskjálvtar.