Samstundis sum Norðurkorea hóttir við at brúka kjarnorkuvápn í einum komandi kríggi, eru sølan og bíleggingar av bumbuskýlum og serligum luftfiltrum vaskið munandi í Japan, skrivar tíðindastovan Reuters.
Fyritøkan Oribe Seiki Seisakusho er ein av teimum, sum bjóðar sær til at byggja kjarnorkubumbuskýli fyri fólk, og tey hava seinastu dagarnar fingið fleiri g, enn tey vanliga fáa í einum heilum ári. Eisini er sølan av serligum luftfiltrum, sum kunnu verja ímóti geislingum og eiturgassi nógv vaksin.
Nógvir japanarar stúra fyri gongdini, eftir forsætisráðaharrin Shinzo Abe herfyri segði, at Norðurkorea kann hava rakettir við eiturgassi, ið kunnu røkka Japan. Eisini hevur Norðurkorea seinastu tíðina hótt við at brúka kjarnorkuvápn í einum møguligum stríði við USA, sum vil hava landið at gevast við at menna kjarnorkuvápn.