Japan fer úr IWC og aftur at veiða hval

Japan fer aftur at veiða hval til handilslig endamál næsta ár og hevur meldað seg úr áltjóða hvalaveiðinevndini IWC.

Japan fer aftur at veiða hval til handilslig endamál næsta ár og hevur meldað seg úr áltjóða hvalaveiðinevndini IWC.

 

Japan hevur valt at trekkja seg úr Altjóða Hvalaveiðunevndini IWC. Avgerðin er tikin fyri aftur at kunna veiða hval til handilslig endamál.

 

Tað upplýsir talsmaður fyri japansku stjórnina í dag.

 

– Vit hava gjørt av at taka okkum úr altjóða hvalaveiðunevndini og at taka uppaftur hvalaveiðu við handilsligum endamáli í juli næsta ár, sigur talsmaðurin Yoshihide Suga.

 

Talsmaðurin leggur dent á, at hvalaveiðan bert verður í japanskum sjóøki og í serliga búskaparliga økinum.

 

– Vit fara ikki at veiða hval við Antarktis ella á sunnaru hálvkúlu, sigur talsmaðurin.

 

IWC noktaði í september at lata Japan taka uppaftur handilsliga hvalaveiðu.

 

Í 2014 gjørdi altjóða dómstólur av, at Japan skuldi steðga hvalaveiðu við Antarktis.

 

Japan hevur skrivað undir, at landsins hvalaveiðufólk ikki veiða hótt hvalasløg. Samdstundis er tað ein siðbundin japansk mentan at eta hvalakjøt, ljóða grundgevingarnar.

 

Japan hevur fleiri ferð hóttvið at taka seg úr IWC. Tí kom avgerðin nú als ikki óvart á.

 

Útmeldingin úr IWC merkir, at Japan aftur kann veiða sildreka og onnur vard hvalasløg við strendurnar.

 

Við útmeldingini ger Japan sum Noreg og Ísland, sum eisini opið hava sett seg ímóti forboðnum hjá IWC móti handilsligari hvalaveiðu.

 

Umhvørvisfólk og lond, sum stríðast fyri at steðga hvalaveiðu, fara uttan iva at finnast at avgerðini.

 

Japan hevur veitt hval í fleiri hundrað ár, og hvalakjøt hevur verið ein týdningarmikil føðikelda hjá japanarum, serliga í ringum tíðum eftir seinna heimsbardaga.

 

/ritzau/AFP